Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 6
Ábyrgd trælanna
v1 Allir teir, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, fyri at ikki Guðs navn og læran skulu verða spottað. v2 Men teir, sum hava trúgvandi harrar, skulu ikki vanmeta teir fyri tað, at teir eru brøður, men tæna teimum tess heldur, tí at teir, sum njóta gott av teirra góða starvi, eru trúgvandi og elskaðir. Lær tú hetta og áminn um tað!
Ávaring mót falslærarum
v3 Um einhvør fer við aðrari læru og ikki fylgir hinum heilnæmu orðum várs harra Jesu Krists og læruni, sum samsvarar við gudsótta, v4 tá er hann hástórur, tó at hann einki veit, men er sjúkur eftir trætumálum og orðadráttum, sum øvund stendst av, klandur, spottan, ringir illgrunar, v5 íðuligir tvídráttir millum manna, sum eru spiltir í huga og skildir frá sannleikanum, teir sum halda gudsóttan vera ein vinning. v6 Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; v7 tí at einki hava vit havt við okkum inn í heimin, tað er tá vituligt, at vit ikki heldur kunnu hava nakað við okkum út haðan; v8 men tá ið vit hava føði og klæði, skulu vit vera nøgdir við tað. v9 Men teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; v10 tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum.
Timoteus skal stunda á gudsótta
v11 Men tú, Guðs menniskja, flýggja frá hesum! Men stunda heldur á rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni, spakføri! v12 Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til og viðkendi tær hina góðu játtingina fyri mongum vitnum! v13 Eg bjóði tær fyri ásjón Guðs, sum veitir øllum lív, og Krists Jesu, sum vitnaði hina góðu játtingina frammi fyri Pontiusi Pilatusi, v14 at tú heldur boðið lýtaleyst og ólastandi alt til opinberingar várs harra Jesu Krists, v15 sum hin sæli og eini alvaldi, kongur konganna og drottur drottanna, skal á sínum tíma lata birtast, v16 hann sum eina hevur ódeyðuligleika, sum býr í óatkomandi ljósi, hann sum eingin menniskja hevur sæð og heldur ikki kann síggja; honum veri heiður og ævigur máttur! Amen.
Timoteus skal minna teir ríku á beinasemi
v17 Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki mega vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Guð, sum gevur okkum allar lutir ríkliga til nýtslu, v18 at teir skulu gera gott, vera ríkir í góðum verkum, vera gávumildir, beinasamir, v19 so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunnu grípa hitt sanna lívið.
Ávaring mót følskum kunnleika
v20 O, Timoteus! Varðveit gripin, sum tær er litin til, og vend tær burtur frá hinum vanheilaga svassi og mótsøgnunum frá hinum kunnleika, sum falsliga verður kallaður so, v21 sum summir viðkenna sær og eru vilstir burtur frá trúnni! Náðin veri við tykkum!