Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 3
Menniskjan í teimum síðstu tíðunum
v1 Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir; v2 tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag, v3 kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er, v4 svikafull, framlopin, dramblát, sum heldur elska lystir sínar enn elska Guð, v5 sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara. Og frá slíkum skalt tú venda tær burtur! v6 Tí at úr teirra flokki eru teir, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, sum eru ovbyrðað av syndum og verða rikin av mongum ymsum girndum, v7 og altíð læra og onga tíð kunnu koma til kunnleika um sannleikan. v8 Eins og Jannes og Jambres stóðu ímót Mósesi, soleiðis standa eisini hesir móti sannleikanum, menn, sum eru spiltir í huganum, svíkir í trúnni. v9 Men teir skulu ikki koma longur fram, tí at vitloysi teirra skal verða øllum opinlýst, soleiðis sum tað eisini varð hjá hinum.
Timoteus hevur fylgt Paulusi í trúskapi
v10 Men tú hevur fylgt mær eftir í læru, í atferð, í ráðum, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli, v11 í astóknum, í líðingum, slíkum sum mær vórðu fyri í Antiokíu, í Ikonium og í Lýstru; – slíkar atsóknir, sum eg havi útstaðið, – og Harrin bjargaði mær út úr teimum øllum. v12 Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir; v13 men ringar menniskjur og svikarar skulu fara fram til tað, sum verri er, villandi onnur og fara villir sjálvir.
Áminning um at læra av hinum heilagu skriftunum
v14 Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, v15 og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. v16 Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, v17 fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.