Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Titusar, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus, tænari Guðs og ápostul Jesu Krists til at fremja trúgv hjá Guðs útvaldu og kunnskap um sannleikan viðvíkjandi gudsótta, v2 í vón um ævigt lív, sum Guð, ið ikki lýgur, hevur fyrijáttað frá fyrndartíðum, v3 men í síni tíð hevur hann opinberað orð sítt við teirri boðan, sum mær er vorðin litin til eftir fyriskipan Guðs, frelsara várs – v4 til Titusar, skilgitna son mín í felags trúgv: Náði og friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, frelsara várum!
Forskriftir fyri umsjónarmenn í kirkjuliðinum
v5 Av teirri grund læt eg teg vera eftir á Kretu, at tú skuldi fáa í lag tað, sum var eftir at gera, og seta inn elstar í hvørji bygd, soleiðis sum eg skipaði tær fyri, v6 um einhvør er, sum er ólastandi, einar konu maður, og hevur trúgvandi børn, sum ikki eru ásakað fyri óryggjuskap ella tvørskap. v7 Tí at ein umsjónarmaður eigur at vera ólastandi sum ein Guðs húshaldari, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, ikki eftir ljótum vinningi, v8 men gestablíður, elskandi hitt góða, hóvsamur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi, v9 maður, sum heldur fast við hitt álítandi orðið samsvarandi læruni, fyri at hann kann vera dúgligur til bæði at áminna við hini heilnæmu læruni og at reka teir aftur, sum mæla ímót.
Viðvaring mót falslærarum
v10 Tí at mangir eru tvørlyntir og fara við ónyttutalu og hugvilla fólk, serliga eru tað teir av umskeringini; v11 teir eiga at verða teptir; tí at teir kollvelta heilu húsini, av tí at teir fara við ósømiligari læru fyri ljótan vinnings skuld. v12 Ein teirra, ein av teirra egnu profetum hevur sagt: «Kretumenn eru javnt og samt lygnarar, óargadýr, letibúkar.» v13 Hesin vitnisburður er sannur. Tess vegna skalt tú seta harðliga at teimum, fyri at teir mega verða heilbjargnir í trúnni, v14 og ikki taka eftir jødiskum ævintýrum og boðum av monnum, sum venda sær burtur frá sannleikanum. v15 Alt er reint fyri reinar; men fyri dálkaðar og vantrúnar er einki reint, men bæði hugur og samvitska teirra eru dálkað. v16 Teir siga, at teir kenna Guð, men við gerningum sínum avnokta teir hann, andstyggiligir sum teir eru, og ólýdnir og óduguligir til ein og hvønn góðan gerning.