Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Titusar, kapittul 2
Hvussu Titus skal røkja starv sítt í kirkjuliðinum
v1 Tú harímót, tala tað, sum hóskar fyri hina heilnæmu læruna: v2 at gamlir menn skulu vera fráhaldandi, virðuligir, hóvsamir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í úthaldninum; v3 at gamlar konur somuleiðis skulu skikka sær, sum tað sømir heilagum, ikki baktala, ikki vera falnar til drykk, men vera lærarar í tí, sum gott er, v4 fyri at tær mega upplæra hinar ungu konurnar til at elska menn sínar og at elska børn síni, v5 at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað. v6 Somuleiðis skalt tú áminna hinar ungu menninar at vera hóvsamar, v7 við tað at tú í øllum førum sýnir teg sjálvan sum eina fyrimynd í góðum gerningum, og at tú í læruni sýnir reinleika og virðuleika, v8 heilnæma, ólastandi talu, fyri at mótstøðumaðurin má verða til skammar, tá ið hann einki ilt hevur at siga um okkum. v9 Áminn trælir, at teir skulu vera sínum egnu harrum undirgivnir og vera teimum til vildar í øllum lutum, ikki siga ímót, v10 ikki svíkja, men sýna allan góðan trúskap, fyri at teir í øllum førum kunnu vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs.
Guðs náði til frelsu uppsiðar
v11 Tí at Guðs náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, v12 og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi, v13 væntandi hina sælu vón og opinberingina av dýrd hins stóra Guðs og frelsara várs, Jesu Krists, v14 hann sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar. v15 Tala hetta, og áminn og revsa við øllum myndugleika; lat ongan vanvirða teg!