Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Titusar, kapittul 3
Lýdni móti stýrisvøldum, spakføri móti menniskjum
v1 Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning, v2 ikki at háða nakran, ikki at vera klandursamir, men friðarligir, og at sýna alt spakføri móti øllum menniskjum.
Minnist hvussu vit sjálvir vóru og góðsku Guðs
v3 Tí at eisini vit vóru áður óskynsamir, ólýdnir, villfarandi, trælir undir mongum ymsum girndum og lystum, vit livdu í illskapi og øvund, vóru hataðir og hataðu hvør annan. v4 Men tá ið góðska og mannakærleiki Guðs, frelsara várs, vórðu opinberað, v5 frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda, v6 sum hann ríkliga úthelti yvir okkum við Jesusi Kristi, frelsara várum, v7 fyri at vit, rættvísgjørdir við náði hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív. v8 Hetta orðið er satt, og hetta vil eg, at tú skalt leggja teimum dýrt við, fyri at tey, sum hava tikið við trúgv á Guð, skulu leggja sær eina við at gera góðar gerningar. Hetta er menniskjunum gott og gagnligt.
Mót falslærarum
v9 Men halt tær frá býttligum orðadráttum og ættartølum og klandri og trætum um lógina; tí at tey eru gagnleys og fruktaleys. v10 Rangtrúnan mann skalt tú vísa frá tær, tá ið tú hevur givið honum ávaring eina og tvær ferðir, v11 við tað at tú veitst, at ein slíkur er rangur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.
Ymiskar frágreiðingar og heilsanir
v12 Tá ið eg sendi Artemas til tín ella Týkíkus, tá royn alt tað tú kanst at koma til mín í Nikopolis; tí at har havi eg sett mær fyri at vera veturin. v13 Senasi hinum lógkøna og Ápollosi skalt tú sum best hjálpa áleiðis, so at einki skal fattast teimum. v14 Men lat eisini okkara egnu læra at gera góðar gerningar, har sum tørvur er á teimum, fyri at teir ikki skulu vera uttan ávøkst. v15 Allir, sum eru hjá mær, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum!