Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 1
Guð er opinberaður við syni sínum
v1 Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, v2 sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við. v3 Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndirnar, við høgru hond á hátignini á høgum himni, v4 og er vorðin tann mun mætari enn einglarnir, sum hann hevur arvað dýrabærari navn enn teir.
Sonurin er mikið dýrmætari enn einglarnir
v5 Tí at við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg!» og uppaftur: «Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur»? v6 Og tá ið hann aftur leiðir hin frumgitna inn í mannaheimin, sigur hann: «Og allir Guðs einglar skulu tilbiðja hann.» v7 Og um einglarnar sigur hann: «Hann ger vindar til einglar sínar, og geisandi eld til sveinar sínar;» v8 men um sonin: «Stólur tín, Guð, stendur um allar ævir, og stavur rættvísinnar er stavur ríkis tíns. v9 Tú hevur elskað rættferð og hatað órætt; tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar.» v10 Og: «Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. v11 Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, v12 og sum eitt plagg skalt tú balla teir saman, og teir skulu verða skiftir; men tú ert hin sami, og ár tíni fáa ongan enda.» v13 Men við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum ein skammul undir føtur tínar»? v14 Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?