Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 11
Trúarkraftin prógvað við vitnum frá gamla Ísrael
v1 Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. v2 Tí at fyri hana fingu hinir gomlu góðan vitnisburð. v3 Við trúgv fata vit, at heimurin er skipaður við Guðs orði, so at tað, sum sæst, ikki er vorðið til av tí, sum er til sjóndar. v4 Við trúgv bar Ábel fram fyri Guð betri offur enn Káin; og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur, við tað at Guð bar vitnisburð yvir gávum hansara, og við henni talar hann enn, tó at hann er deyður. v5 Við trúgv varð Enok tikin burtur, at hann ikki skuldi fáa deyðan at síggja, og hann var ikki longur at finna, av tí at Guð hevði tikið hann burtur; tí at áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann fingið tann vitnisburð, at hann hevði toknast Guði. v6 Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara. v7 Við trúgv var tað, at Nóa, tá ið hann hevði fingið ávísing frá Guði um tað, sum enn ikki var at síggja, í gudsótta smíðaði ørk til bjargingar fyri húsfólk sítt, og við henni fordømdi hann heimin, og varð arvingi til rættvísina samsvarandi trúgv. v8 Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður at fara burtur til ein stað, sum hann skuldi fáa í arv, og hann fór burtur, tó at hann ikki visti, hvar hann skuldi koma. v9 Við trúgv varð hann útlendingur í landi fyrijáttanarinnar, sum var tað í fremmandum landi, og búði í tjøldum saman við Ísaki og Jákupi, sum vóru samarvingar við honum til hina somu fyrijáttan. v10 Tí at hann væntaði tann stað, sum stendur á fastari grund, og sum Guð er byggingarmeistari og smiður at. v11 Við trúgv fekk eisini sjálv Sára kraft til at barnast, og tað tó at hon var komin yvir tann aldur, tí at hon helt tann trúfastan, sum hevði fyrijáttað tað. v12 Tí varð tað eisini av einum, og tað einum ellismerktum, gitin ein slík mongd, sum stjørnur eru á himni og sandkorn við sjóvarstrond, sum eingin er førur at telja. v13 Í trúgv doyðu allir hesir, uttan at teir høvdu ognast fyrijáttanirnar; men teir sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at teir vóru fremmandir og útlendingar á jørðini. v14 Tí at teir, sum slíkt siga, sýna jú týðuliga, at teir tráa at einum fedralandi. v15 Og høvdu teir hugsað um tað fedralandið, sum teir vóru farnir frá, tá høvdu teir havt tíð til at venda við aftur hagar. v16 Men nú tráa teir eftir einum betri, tað er einum himmalskum; tí skammast Guð ikki við teir, at kallast Guð teirra; tí at hann hevur bygt stað til teirra. v17 Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, tá ið hann varð royndur, ja, sín einborna ofraði tann, sum fingið hevði fyrijáttanirnar, v18 hann, sum sagt hevði verið við: «Í Ísaki skal avkom verða kallað eftir tær;» v19 tí at hann hugsaði um, at Guð var mentur eisini at vekja upp frá deyðum, og hann fekk hann líkasum aftur haðan at kalla. v20 Við trúgv vælsignaði Ísakur Jákup og Esav viðvíkjandi tí, sum koma skuldi. v21 Við trúgv vælsignaði Jákup, tá ið hann var komin til deyða, báðar synir Jósefs, og legði seg fram á stavknapp sín og bað. v22 Við trúgv talaði Jósef á deyðastrá um burturferð Ísraelsbarna og gav boð um bein síni. v23 Við trúgv varð Móses, tá ið hann var føddur, krógvaður í tríggjar mánaðir av foreldrum sínum, av tí at tey sóu, at tað var so vænt eitt barn, og tey ræddust ikki boð kongsins. v24 Við trúgv vrakaði Móses, tá ið hann var tilkomin, tað at vera kallaður dóttursonur Fáraos, v25 og valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs, enn at hava eina stutta syndanjóting, v26 við tað at hann helt vanvirðing Krists fyri størri ríkidømi enn gripir Egyptalands; tí at hann hugdi fram móti lønini. v27 Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og óttaðist ikki kongsins vreiði; tí at hann helt á, eins og sá hann hin ósjónliga. v28 Við trúgv helt hann páskir og rýddi blóðið, fyri at tann, sum oyddi hinar frumgitnu, ikki skuldi nema teir. v29 Við trúgv gingu teir gjøgnum Reyðahavið sum um turt land; men tá ið Egyptar royndu tað sama, druknaðu teir. v30 Við trúgv rapaðu Jeriko-múrar, tá ið teir høvdu verið umgingnir í sjey dagar. v31 Við trúgv slapp skøkjan Ráhab undan at umkomast saman við hinum ólýdnu, tí at hon hevði tikið ímót njósnarunum við friði. v32 Og hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Bárak, Samson, Jefta og Dávid og Sámuel og profetunum, v33 sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu fyrijáttanir, byrgdu munnin á leyvum, v34 sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, vórðu sterkir aftan á veikleika, gjørdust veldigir í stríði, fingu fíggindaherar at víkja. v35 Konur fingu sínar deyðu aftur, við tað at teir risu upp. Aðrir vórðu lagdir á pínubonk, og tóku ikki móti útloysingini, fyri at teimum kundi lutast ein betri uppreisn. v36 Aðrir fingu at royna háðir og húðfleingjur, ja, hartil bæði fjøtur og fongsul; v37 teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, attrongdir, illa viðfarnir, – v38 heimurin var teimum ikki verdur – teir reikaðu um oyðimerkur og fjøll, og hildu til í hellum og jarðholum. v39 Og tó at allir hesir fingu góðan vitnisburð fyri trúgv sína, ognaðust teir kortini ikki fyrijáttanina; v40 av tí at Guð frammanundan hevði tilætlað okkum nakað betri, fyri at teir ikki skuldu verða fullkomnir uttan okkum.