Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 2
Áminning um ikki at vanvirða frelsuna
v1 Tí eiga vit tess meira at gáa eftir tí, sum vit hava hoyrt, fyri at vit ikki skulu reka burtur av leið. v2 Tí at tá ið tað orðið, sum talað varð við einglum, stóð óvikað, og hvørt brot og ólýdni fekk sítt rætta endurgjald, v3 hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit einki leggja í eina so stóra frelsu, sum, aftan á at hon í fyrstuni varð boðað við Harranum, er vorðin staðfest fyri okkum av teimum, sum høvdu hoyrt hann, v4 av tí at Guð vitnaði við bæði við teknum og undrum og ymsum kraftargerningum og veitan av heilagum anda eftir vilja sínum?
Tí Jesus, sum doyði, er krýndur við dýrd
v5 Tí at tað var ikki undir einglar, hann legði hin komandi mannaheimin, sum vit tala um. v6 Men einastaðni hevur ein vitnað og sagt: «Hvat er maður, at tú minnist á hann? Ella mannabarn, at tær kemur tað í hug? v7 Lítið lægri enn einglarnar tú gjørdi hann; við dýrd og æru tú hevur krýnt hann, og hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum; v8 allar lutir hevur tú undir føtur hans lagt.» Tí at tá ið hann legði allar lutir undir hann, undantók hann einki, sum ikki er lagt undir hann. Nú síggja vit, sum er, enn ikki allar lutir lagdar undir hann; v9 men hann, sum varð gjørdur lítið lægri enn einglarnir, Jesus, hann síggja vit fyri líðing deyðans krýndan við dýrd og æru, fyri at hann við Guðs náði skuldi smakka deyðan fyri allar.
Jesus er vorðin frelsari frá djevuli og deyða og vorðin høvuðsprestur
v10 Tí at tað sømdi honum, sum allir lutir eru til fyri, og sum allir lutir eru til við, tá ið hann førdi mangar synir til dýrdar, at fullkoma upphavsmannin til frelsu teirra gjøgnum líðingar v11 Tí at bæði tann, sum halgar, og teir, sum halgaðir verða, eru allir komnir av einum; tí skammast hann ikki við at kalla teir brøður, v12 tá ið hann sigur: «Eg vil boða navn títt fyri brøðrum mínum, á miðjum mannafundi vil eg syngja tær lov.» v13 Og aftur: «Eg vil lít mína seta til hansara.» Og uppaftur: «Sí, her eri eg og tey børn, sum Guð hevur mær givið.» v14 Av tí at nú børnini eiga lut í holdi og blóði, tá fekk hann eisini á líka hátt lut í tí, fyri at hann við deyðanum skuldi gera tann máttleysan, sum hevur deyðans veldi, tað er djevulin, v15 og fría út øll tey, sum av deyðaræðslu vóru undir trældómi alla lívsævi sína. v16 Tí at víst er tað, at tað ikki eru einglar, sum hann tekur at sær, men avkom Ábrahams tekur hann at sær. v17 Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir. v18 Tí at við tað at hann hevur liðið, av tí at hann sjálvur varð freistaður, kann hann koma teimum til hjálpar, sum verða freistað.