Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 6
Vandin við fráfalli
v1 Tí skulu vit sleppa byrjanarlærdómunum um Krist og fara fram til at vera tilkomnir, og ikki aftur leggja grundvøll við umvending frá deyðum gerningum og trúgv á Guð, v2 við læru um skírnir og handaálegging og uppreisn frá deyðum og ævigan dóm. v3 Og hetta vilja vit gera, um Guð gevur loyvi til tess. v4 Tí at tað er ómøguligt, at teir, sum einaferð eru vorðnir upplýstir og hava smakkað hina himmalsku gávuna og eru vorðnir luttiknir í heilagum anda, v5 og hava smakkað Guðs góða orð og krefturnar av komandi heimi, v6 og so hava fallið frá, – tað er ómøguligt aftur at endurnýggja teir til umvendingar, við tað at teir av nýggjum krossfesta sær sjálvum Guðs son og gera hann til spott. v7 Tí at tann jørð, sum drukkið hevur í seg regnið, sum íðuliga fellur á hana, og ber gróður til gagns fyri teir, sum hon eisini verður dyrkað fyri, fær signing av Guði; v8 men ber hon tornir og tistlar, tá er hon til ónyttu og banning nær, og endin er tann, at hon verður brend.
Áminning um at halda út í vónini og líta á Guðs fyrijáttan eins og Ábraham
v9 Men viðvíkjandi tykkum, elskaðu tit, eru vit fullvísir um tað, sum betri er, og førir frelsu við sær, um vit so tala soleiðis. v10 Tí at Guð er ikki órættvísur, so at hann skuldi gloyma gerning tykkara og kærleikan, sum tit hava sýnt navni hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu. v11 Men vit ynskja, at ein og hvør tykkara má sýna hin sama áhuga eftir hini fullu vissu í vónini líka til endans, v12 fyri at tit ikki mega verða trekir, men taka eftir teimum, sum við trúgv og tolmóði arva fyrijáttanirnar. v13 Tí at tá ið Guð gav Ábrahami fyrijáttanina, tá svór hann við seg sjálvan, av tí at hann ongan størri hevði at svørja við, v14 og segði: «Sanniliga vil eg ríkliga vælsigna teg og í stórum margfalda teg.» v15 Og soleiðis ognaðist hann fyrijáttanina, tá ið hann hevði bíðað í tolni. v16 Tí at menniskjur svørja við tann, sum størri er, og eiðurin er teimum ein endi á øllum mótmæli til staðfestingar. v17 Við tað at nú Guð vildi sýna arvingunum til fyrijáttanina enn ríkligari, hvussu óvikandi ráð hansara var, tá legði hann ein eið aftrat, v18 fyri at vit við tveimum óvikandi lutum, har sum tað var ómøguligt, at Guð kundi ljúgva, skuldu hava eitt sterkt treyst, vit sum undan hava komist fyri at grípa vónina, sum er goymd til okkara, v19 sum vit hava eins og akker sálarinnar, sum er trygt og fast og fer allan vegin inn um forhangið; v20 hagar sum Jesus gekk inn, hann sum er fyrirennarin fyri okkum, við tað at hann er vorðin høvuðsprestur allar ævir, á Melkisedeks vísi.