Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 7
Melkisedek
v1 Tí at hesin Melkisedek, Salem-kongur, prestur hins hægsta Guðs, hann sum gekk á fund Ábrahams, tá ið hann vendi aftur frá ósigri konganna, og vælsignaði hann, v2 sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, tá ið navn hansara verður týtt, fyrst er «rættlætis-kongur», tínæst eisini Salem-kongur, tað er «friðar-kongur», v3 sum er uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, og hevur hvørki upphav daga ella enda lívs, men er gjørdur líkur syni Guðs, – hann verður verandi prestur með alla.
Størri enn Levisynir
v4 Men gáið eftir, hvussu stórur hann er, sum Ábraham, sjálvur ættarfaðirin, gav tíggjund av herfanginum! v5 Og teir av Levisonum, sum fáa prestatænastuna, hava boð um at taka tíggjund av fólkinum, eftir lógini, tað er av brøðrum sínum, tó at hesir eru útgingnir av lend Ábrahams; v6 men hesin, sum ikki telur ætt sína frá teimum, tók tíggjund av Ábrahami og vælsignaði tann, sum hevði fyrijáttanirnar. v7 Men tað kann als ikki mælast ímót, at tað er hitt ringara, sum verður vælsignað av hinum mætara. v8 Og her taka deyðiligir menn tíggjund; men har tók tann, sum vitnað verður um, at hann livir. v9 Og gjøgnum Ábraham hevur at kalla sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, latið tíggjund; v10 tí at hann var enn í lend faðirs síns, tá ið Melkisedek gekk á fund hansara.
Prestadømið hjá Jødum er ófullkomið; Kristus hevur fingið tað fullkomna prestadømið frá Guði
v11 Hevði nú fullkomileiki verið at fingið við hitt leviska prestadømið – tí at tað er grundin undir lógini, sum fólkið hevur fingið, – hvør tørvur var tað meira á tí, at ein annar prestur skuldi koma upp á Melkisedeks vísi, og ikki verða nevndur á Árons vísi? v12 Tí at tá ið prestadømið verður broytt, er tað fyri neyðini, at tað eisini verður broyting á lógini. v13 Tí at tann, sum hetta er sagt um, var av eini aðrari ættargrein, og eingin av henni hevur havt tænastu fyri altarinum. v14 Tí at tað er almannakunnugt, at harri okkara er upprunnin av Júda, og viðvíkjandi teirri ættargrein hevur Móses einki talað um prestar. v15 Og tað er enn meira eyðsýnt, tá ið annar prestur kemur upp í líking við Melkisedek, v16 sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgongiligum lívi. v17 Tí at hann fær tann vitnisburð: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.» v18 Tí at væl verður eitt boð, sum áður var galdandi, avtikið, av tí at tað var máttleyst og gagnleyst, v19 – tí at lógin gjørdi einki fullkomið, – men ein betri vón verður innførd, og við henni nærkast vit Guði. v20 Og so vist sum tað ikki er hent uttan eið, v21 – tí at hinir eru vorðnir prestar uttan eið, men hann við eiði frá tí, sum segði við hann: «Harrin svór, og ikki skal hann iðra seg um tað: «Tú ert prestur allar ævir,»» – v22 so vist er tað eisini ein betri sáttmáli, sum Jesus er vorðin borgsmaður fyri. v23 Og hinir eru fleiri, sum vórðu prestar, av tí at deyðin forðaði teimum at halda við. v24 Men hann hevur prestadømi, har sum ikki verður skifti á, av tí at hann verður verandi allar ævir. v25 Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.
Høvuðsprestur okkara er Guðs sonur
v26 Okkum høvdi eisini slíkur høvuðsprestur, heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum og hevjaður upp um himnarnar, v27 ein sum ikki dagliga hevur fyri neyðini, eins og høvuðsprestarnir, at bera fram offur fyrst fyri sínar egnu syndir, síðan fyri syndirnar hjá fólkinum; tí at hetta gjørdi hann eina ferð burturav, tá ið hann ofraði seg sjálvan. v28 Tí at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek; men orðið í tí eiðinum, sum kom aftan á lógina, innsetir son, sum er fullkomin gjørdur allar ævir.