Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 8
Kristus høvuðsprestur í hinum himmalska halgidóminum
v1 Men eitt høvuðsmál í tí, sum her verður talað um, er hetta: Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum, v2 sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður. v3 Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður innsettur til at bera fram gávur og sláturoffur; tað er tí neyðugt, at eisini hesin hevur nakað at bera fram. v4 Var hann nú á jørðini, hevði hann als ikki verið prestur, við tað at her eru teir, sum frambera gávurnar samsvarandi lógini, v5 teir sum veita tænastu fyri eini avmynd og einum skugga av hinum himmalska, eftir teirri ávísing, sum Móses fekk frá Guði, tá ið hann ætlaði sær at skipa tjaldbúðina; tí at hann sigur: «Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!»
Hin nýggi sáttmálin
v6 Men nú hevur hann fingið eina so mikið mætari halgitænastu, sum hann eisini er millumgongumaður fyri einum betri sáttmála, við tað at hann er grundaður á betri fyrijáttanum. v7 Tí at hevði hin fyrri verið ólastandi, tá hevði ikki verið roynt at fáa stað fyri einum øðrum. v8 Tí at hann lastar, tá ið hann sigur við teir: «Sí, dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg skal gera nýggjan sáttmála við Ísraels hús og við Júda hús; v9 ikki eins og sáttmálan, sum eg gjørdi við fedrar teirra á tí degi, tá ið eg tók í hond teirra, fyri at leiða teir út úr Egyptalandi; tí at teir hildu ikki sáttmála mín, og eg hirdi einki um teir, sigur Harrin. v10 Tí at hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við Ísraels hús aftan á teir dagarnar, sigur Harrin: Eg skal geva lógir mínar í huga teirra og skriva tær á hjørtu teirra, og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. v11 Og teir skulu ikki læra ein og hvør samborgara sín og ein og hvør bróður sín og siga: «Kenn Harran!» tí at allir skulu teir kenna meg, frá hinum minsta til hin størsta teirra. v12 Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.» v13 Við tað at hann sigur: «nýggjan», hevur hann dømt hin fyrra sum gamlan; men tað, sum verður gamalt og eldist, er tætt við at verða til einkis.