Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Brævið til Hebreara, kapittul 9
Halgidómurin hjá hinum gamla sáttmálanum vísir, at vegurin til Guðs ikki var opin
v1 Víst hevði nú hin fyrri sáttmálin eisini fyriskipanir um gudstænastuna og hevði jørðiskan halgidóm. v2 Tí at har var skipað tjaldbúð, hin fremra, og í henni vóru bæði ljósastakin og borðið og sýnisbreyðini, og hon verður kallað «hitt heilaga». v3 Men aftan fyri annað forhangið var tjaldbúð, sum kallaðist «hitt alraheilagasta». v4 Har var roykilsisaltarið av gulli og sáttmálaørkin, sum løgd var við gulli øll sum hon var; og í henni var ein gullkrukka við «manna» í, og stavur Árons, sum blómað hevði, og sáttmálatalvurnar. v5 Men uppi yvir henni vóru dýrdarkerúbar, sum skuggaðu út yvir náðistólin; men um hetta hvørt fyri seg skal nú ikki verða talað. v6 Tá ið nú hetta er soleiðis skipað, tá ganga prestarnir støðugt inn í hina fremru tjaldbúðina, tá ið teir gera tænastuna. v7 Men inn í hina gongur eina høvuðspresturin eina ferð um árið, ikki uttan blóð, sum hann ber fram fyri seg sjálvan og fyri mistøk fólksins; v8 og við hesum sýnir heilagi andin, at vegurin til halgidómin enn er ikki vorðin kunnur, meðan hin fyrra tjaldbúðin enn stendur. v9 Tí at hon er líking um hesa núverandi tíð, og samsvarandi henni verða fram borin bæði gávur og offur, sum ikki eru ment, hvat ið samvitskuni viðvíkur, at gera tann fullkomnan, sum ger tænastuna; v10 men sum bert, saman við mati og drekka og ymsum tváttum, eru holdligar fyriskipanir, ásettar til ta tíð, tá ið alt varð fingið í rættlag.
Fullkomin sáttargerð við Kristi
v11 Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutunum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnaru tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er; sum ikki er av hesum skapningi; v12 og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn. v13 Tí at um blóðið av bukkum og tarvum og øskan av kvígu, sum verður slett á teir, ið óreinir eru vorðnir, halgar til reinleika á holdinum, v14 hvør mikið meira skal tá blóð Krists, sum við ævigum anda bar seg sjálvan fram lýtaleysan fyri Guði, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum gerningum til at tæna hinum livandi Guði?
Kristus gjørdi nýggjan sáttmála við sínum egna blóði
v15 Og tess vegna er hann millumgongumaður fyri nýggjum sáttmála, fyri at teir, sum kallaðir eru, skulu fáa fyrijáttanina um hin æviga arvin, tá ið deyði hevur verið til endurloysnar frá misbrotunum undir fyrra sáttmálanum. v16 Tí at har sum arvasemja er, har gerst tað neyðugt, at deyði hansara, sum semjuna gjørdi, verður kunnur. v17 Tí at arvasemja er óbrigdilig, tá ið fólk eru deyð, meðan hon á ongum sinni er galdandi, so leingi sum hann livir, ið semjuna gjørdi. v18 Tí varð heldur ikki hin fyrri sáttmálin vígdur uttan blóð. v19 Tí at tá ið hvørt eitt boð samsvarandi lógini var kunngjørt øllum fólkinum av Mósesi, tá tók hann blóð av kálvum og bukkum, saman við vatni og skarlaksreyðari ull og ýsopi, og sletti bæði á sjáva bókina og á alt fólkið, v20 og segði: «Hetta er blóð sáttmálans, sum Guð hevur fyriskipað tykkum.» v21 Og eisini tjaldbúðina og øll amboðini, sum nýtast skulu við gudstænastuna, sletti hann somuleiðis blóðið á. v22 Og samsvarandi lógini verður nærum alt reinsað við blóði, og uttan úthelling av blóði fæst ikki fyrigeving.
Hin reinsandi megin í blóði Krists
v23 Tað var tí ein neyðsyn, at avmyndirnar av teimum lutum, sum eru á himnum, vórðu reinsaðar við slíkum, men hinir himmalsku lutirnir sjálvir við betri ofrum enn hesar. v24 Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld; v25 og ikki heldur til tess, at hann skuldi frambera seg sjálvan fleiri ferðir, eins og høvuðspresturin á hvørjum ári gongur inn í halgidómin við øðrum blóði, v26 annars mátti hann hava liðið fleiri ferðir frá tí, at heimurin varð grundaður; men nú er hann opinberaður eina ferð með alla við endan á tíðunum til at avtaka syndina við ofri sínum. v27 Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur, v28 soleiðis skal eisini Kristus, eftir tað at hann eina ferð er vorðin framborin fyri at bera syndir hjá mongum, á øðrum sinni, uttan synd, birtast til frelsu fyri teimum, sum honum bíða.