Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt almenna bræv Jákups, kapittul 2
Varningur mót tí at gera mannamun
v1 Brøður mínir, havið ikki trúnna á váran Harra Jesus Krist, dýrdardrottin, saman við tí, at tit gera mannamun! v2 Tí at um so er, at ein maður kemur inn í samkomuhús tykkara við gullringi á fingrinum og í skínandi klæðum, og har kemur eisini ein fátækur maður, sum er illa klæddur, v3 og tit hyggja at honum, sum er í teimum skínandi klæðunum og tit siga: «Set tú teg her á henda góða sessin!» men siga við hin fátæka: «Statt tú har, ella set teg niður við fótskammul mín;» v4 gera tit tá ikki mismun hjá tykkum sjálvum og eru vorðnir dómarar við ringum tonkum? v5 Hoyrið, elskaðu brøður mínir! Hevur Guð ikki valt út hinar fátæku fyri heiminum at verða ríkar í trúgv og arvingar til tað ríkið, sum hann hevur lovað teimum, sum hann elska? v6 Men tit hava vanvirt hin fátæka. Eru tað ikki hinir ríku, sum trælka tykkum, og eru tað ikki teir, sum draga tykkum fyri dómstólarnar? v7 Eru tað ikki teir, sum spotta hitt góða navnið, sum nevnt er yvir tykkum?
Mannamunur er móti næstakærleikanum og lógini
v8 Tað er vituligt, um tit uppfylla hina kongaligu lógina samsvarandi skriftini: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg», tá gera tit beint. v9 Men um tit gera mannamun, tá gera tit synd og verða revsaðir av lógini sum brotsmenn. v10 Tí at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum. v11 Tí at tann, sum segði: «Tú skalt ikki dríva hor», hann segði eisini: «Tú skalt ikki sláa í hel»; tó at tú tá ikki drívur hor, men slært í hel, tá ert tú vorðin lógbrótari. v12 Talið tí so og gerið so sum teir, sum eiga at verða dømdir eftir lóg frælsisins. v13 Tí at dómurin verður miskunnarleysur móti tí, sum ikki sýndi miskunn; men miskunn fer hugað fyri dómin.
Trúgv við ongum gerningum er deyð
v14 Hvat gagnar tað, brøður mínir, um einhvør sigur seg hava trúgv, men hann ikki hevur gerningar? Man trúgvin kunna frelsa hann? v15 Um ein bróðir ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði, v16 og einhvør tykkara sigur við tey: «Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!» men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvast, hvat gagnar tað? v17 Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær. v18 Men einhvør kann siga: «Tú hevur trúgv, og eg havi gerningar; sýn mær trúgv tína uttan gerningarnar, og eg skal sýna tær trúnna av gerningum mínum! v19 Tú trýrt, at Guð er ein; rætt gert tú; hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.» v20 Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar? v21 Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av gerningum, tá ið hann hevði lagt Ísak, son sín, upp á altarið? v22 Tú sært, at trúgvin virkaði saman við gerningum hansara, og at trúgvin varð fullkomin av gerningunum, v23 og skriftin gekk út, sum sigur: «Og Ábraham trúði Guði, og tað varð honum roknað til rættferðar», og hann varð kallaður Guðs vinur. v24 Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina. v25 Líkaleiðis eisini skøkjan Ráhab; varð hon ikki rættvísgjørd av gerningum, tá ið hon tók ímót sendimonnunum og slepti teimum avstað ein annan veg? v26 Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.