Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt almenna bræv Jákups, kapittul 3
Synd við tunguni
v1 Verðið ikki mangir lærarar, brøður mínir, við tað at tit vita, at vit skulu fáa tess tyngri dóm. v2 Tí at vit snáva allir í mongum lutum; um einhvør ikki snávar í talu, tá er hann ein fullkomin maður, sum er førur fyri at hava teymahald eisini á øllum likaminum. v3 Tá ið vit leggja boygsl í munnin á hestunum, fyri at teir skulu akta okkum, tá stýra vit eisini heila likami teirra. v4 Sí, eisini skipini, so stór sum tey eru og førd av hørðum vindum, so verða tey tó stýrd við einum ógvuliga lítlum róðri, hagar sum stýrimaðurin ætlar sær. v5 Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg. Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv! v6 Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti. v7 Tí at ein og hvør náttúra, bæði í djórum og fuglum, bæði í skriðkyktum og sjódjórum kann verða tamd og er vorðin tamd av mannanáttúruni; v8 men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri. v9 Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki. v10 Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir. v11 Kann tá keldan geva bæði søtt og beiskt vatn úr somu uppkomu? v12 Kann tá eitt fikutræ, brøður mínir, geva av sær oljuber, ella eitt víntræ fikur? Ikki heldur kann ein sølt kelda geva søtt vatn.
Sannur og ósannur vísdómur
v13 Hvør er vísur og vitur tykkara millum? Hann sýni við góðum atburði gerningar sínar í vísdóms spakføri. v14 Men hava tit beiska øvund og illfýsni í hjarta tykkara, tá rósið tykkum ikki og ljúgvið ikki móti sannleikanum. v15 Tann vísdómur kemur ikki omanfrá, men hann er av jørðini, náttúrligur, djevlaligur. v16 Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag. v17 Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur. v18 Men rættferðar frukt verður sáað í friði fyri teimum, sum binda frið.