Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt almenna bræv Jákups, kapittul 4
Varningar móti ósemju og hugmóðigum sinnalagi
v1 Av hvørjum koma bardagar og av hvørjum stríð tykkara millum? Av hvørjum øðrum enn av girndum tykkara, sum stríðast í limum tykkara? v2 Tit girnast og hava ikki; tit drepa og øvunda og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og bardøgum; og tó hava tit ikki, av tí at tit biðja ikki. v3 Tit biðja og fáa ikki, av tí at tit biðja illa, fyri at tit kunnu oyða tað upp í girndum tykkara. v4 Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Guði? Tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs. v5 Ella halda tit, at skriftin talar í tóman heim? Við yvri tráar hann eftir andanum, sum hann hevur givið bústað í okkum, v6 men hann veitir tess størri náði. Tí sigur skriftin: «Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði.» v7 Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum. v8 Haldið tykkum nær at Guði, so skal hann halda seg nær at tykkum. Reinsið hendurnar, tit syndarar, og tváið hjørtuni, tit tvílyntu! v9 Berið tykkum illa, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist til sorg og gleðin til harm! v10 Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, tá skal hann upphevja tykkum!
Varningar móti illmæli
v11 Talið ikki ilt hvør um annan, brøður! Tann ið talar ilt um bróður sín ella dømir bróður sín, talar ilt um lógina og dømir lógina; men um tú dømir lógina, tá ert tú ikki ein slíkur, sum ger eftir lógini, men dómari hennara. v12 Ein er lóggevarin og dómarin, tann sum er mentur at frelsa og at týna; men hvør ert tú, sum dømir næstan?
Varningar móti ósannari trygd
v13 Og nú tit, sum siga: «Í dag ella í morgin skulu vit fara í ta ella ta bygdina og verða har eitt ár og handla og hava vinning,» v14 tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. v15 Í staðin fyri at tit áttu at sagt: «Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!» v16 Men nú rósa tit tykkum í breggjan tykkara. Alt tílíkt rós er vánt. v17 Hvør, sum tí hevur vit at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd.