Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 1
Ísraelsmenn fáa boð um at fara yvir um Jórdan
v1 Eftir andlát Mósesar, tænara Harrans, mælti Harrin við Jósva Nunsson, tænastumann Mósesar, og segði: v2 «Móses, tænari mín, er deyður; búgv teg nú til at fara yvir um Jórdan har, tú og alt hetta fólkið, inn í tað landið, sum eg ætli at geva teimum, Ísraelsmonnum. v3 Hvønn tann stað, sum tit stíga á, skal eg geva tykkum, so sum eg heitti Mósesi. v4 Frá oyðimørkini og Libanon alt at Stórá, Eufrat ánni – alt land Hetita – alt at meginhavinum í vestri skal land tykkara røkka. v5 Eingin skal standast móti tær allar ævidagar tínar; eins og eg var við Mósesi, vil eg vera við tær; eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. v6 Ver reystur og hugdjarvur; tí at tú skalt skifta hesum fólki í arv tað landið, sum eg svór at geva fedrum teirra. v7 Ver tú bert reystur og hugdjarvur, so at tú gjølla heldur alla lógina, sum Móses, tænari mín, legði fyri teg; vík ikki frá henni hvørki til høgru ella vinstru, til tess at alt má vignast tær væl, sum tú tekur tær fyri. v8 Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. v9 Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!» v10 Tá beyð Jósva tilsjónarmonnum fólksins: v11 «Farið um allar herbúðir og biðið fólkið hava sær ferðavistir til reiðar, tí at um tríggjar dagar skulu teir fara har yvir um Jórdan til tess at ognast tað landið, sum Harrin, Guð teirra, ætlar at geva teimum til ognar.»
Eisini Ísraelsmenn, sum búgva eystan fyri Jórdan
v12 Men við Rubenitar og Gáditar og hálvu ættargrein Manasse segði Jósva: v13 «Minnist til, hvat ið Móses, tænari Harrans, beyð tykkum, tá hann segði: Harrin, Guð tykkara, vil veita tykkum hvílu og lata tykkum ognast hetta landið. v14 Tí skulu nú konur tykkara og børn og fæ tykkara verða eftir her í hesum landi, sum Móses hevur givið tykkum fyri eystan Jórdan; men tit sjálvir, so mangir, sum førir eru til víggja, skulu fara yvirum alvápnaðir á odda fyri brøðrum tykkara og veita teimum hjálp, v15 til Harrin eisini hevur veitt brøðrum tykkara hvíld eins og tykkum, og teir hava ognað sær landið, sum Harrin, Guð teirra, vil geva teimum; tá skulu tit snúgva aftur í ognarland tykkara og taka upp bústað har í tí landi, sum Móses, tænari Harrans, gav tykkum fyri eystan hinumegin Jórdan!» v16 Teir svaraðu honum: «Vit vilja gera alt, sum tú býður okkum, og fara allar staðir, hagar tú sendir okkum. v17 Eins og vit í øllum lýddu Mósesi, vilja vit lýða tær, um bert Harrin, Guð tín, er við tær, eins og hann var við Mósesi. v18 Hvør tann, ið er tær ólýðin og ikki vil lurta eftir boðum tínum, ið tú leggur fyri okkum, hann skal láta lív; ver tú bert reystur og hugdjarvur!»