Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 10
Jósva vinnur sigur á fimm kongum Ámorita
v1 Men tá ið Ádonizedek, Jerúsalems kongur, frætti, at Jósva hevði vunnið Ai og avoytt hana, at hann var farin við Ai og kongi hennara, eins og hann var farin við Jeriko og kongi hennara, og at Gibeonitar høvdu bundið frið við Ísrael og búðu ímillum teirra, v2 tá kom mikil ræðsla á teir, tí at Gibeon var mikil borg, einki minni enn kongaborgirnar, hon var størri enn Ai, og allir borgarbúgvar vóru hetjur. v3 Ádonizedek, Jerúsalems kongur, sendi tí Hóhami, kongi í Hebron, og Pirami, kongi í Jarmut, og Jáfia, kongi í Lákisj, og Debir, kongi í Eglon, hesi boð: v4 «Komið niðan til mín og veitið mær hjálp, og latum okkum vinna Gibeon, tí at hon hevur bundið frið við Jósva og Ísraelsmenn.» v5 Kongurin av Jerúsalem, kongurin av Hebron, kongurin av Jarmut, kongurin av Lákisj, kongurin av Eglon, teir fimm kongar Ámorita, tóku seg tá saman og fóru niðan við øllum herliði sínum; og teir settu herbúðir sínar við Gibeon og tóku at herja á hana. v6 Tá sendu Gibeonitar Jósva boð í herbúðirnar við Gilgal og søgdu við hann: «Tak ikki tína hjálpandi hond frá trælum tínum, men kom okkum sum skjótast til hjálpar og bjarga okkum, tí at allir kongar Ámorita, sum búgva í fjallalandinum, hava tikið seg saman ímóti okkum.» v7 Tá fór Jósva úr Gilgal við øllum herinum og øllum hetjunum. v8 Og Harrin segði við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at eg man geva teir upp í hendur tínar; eingin teirra skal standast móti tær.» v9 Og Jósva kom brádliga á teir, tí at hann hevði alla náttina hildið ferðini áfram úr Gilgal. v10 Og Harrin loypti ekka á teir fyri Ísraelsmonnum, so at teir bóru miklan ósigur av teimum; men hinir eltu teir allan vegin niðan brekkuna móti Bet-Hóron og vógu teir við Ázeka og við Makkeda. v11 Og meðan teir flýddu undan Ísraelsmonnum og vóru í brekkuni niðan fyri Bet-Hóron, læt Harrin stórar steinar av himni rapla oman yvir teir alla leiðina alt at Ázeka, so at fleiri vóru teir, ið doyðu av haglsteinunum, enn teir, ið Ísraelsmenn feldu við svørði. v12 Tann dagin, tá ið Harrin gav Ámoritar upp í hendur Ísraelita, tá var tað, at Jósva talaði við Harran og segði, meðan Ísrael var hjá: «Steðga nú, sól, í Gibeon og máni í Ajjalons dali!» v13 Tá steðgaði sólin, og mánin fór ikki úr stað, til fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. Soleiðis stendur skrivað í bók hinna rættlátu. Tá steðgaði sólin á miðjum himni og drálaði nærum allan dagin við at fara afturundir. v14 Og ongantíð hevur tílíkur dagur verið, hvørki undan ella eftir, tá Harrin lýddi mannarødd; tí at Harrin stríddist fyri Ísrael. v15 Síðan snúðist Jósva við øllum Ísrael aftur í herbúðirnar við Gilgal. v16 Men hinir fimm kongarnir flýddu og krógvaðu seg í hellinum við Makkeda. v17 Men tá ið Jósva frætti, at hinir fimm kongarnir vóru funnir fjaldir í hellinum við Makkeda, v18 tá mælti hann: «Veltið stórar steinar aftur fyri hellismunnan og setið menn at gæta teir. v19 Sjálvir skulu tit ikki steðga, men haldið aftan á fíggindar tykkara og fellið teir, so at teir ikki komast undan inn í borgir sínar; tí at Harrin, Guð tykkara, hevur givið teir upp í hendur tykkara.» v20 Tá ið Jósva og Ísraelsmenn høvdu vunnið miklan sigur á teimum og beint fyri teimum, so at bert fáir komust undan inn í víggirdu borgirnar, v21 tá snúðist alt fólkið aftur til Jósva í herbúðirnar við Makkeda í øllum góðum; tordi tá eingin aftur at mæla ilt orð móti Ísraelsmonnum. v22 Tá mælti Jósva: «Latið upp hellismunnan og leiðið út úr hellinum til mín hasar fimm kongarnar!» v23 Teir so gjørdu og leiddu út úr hellinum til hansara hinar fimm kongarnar: Kongin av Jerúsalem, kongin av Hebron, kongin av Jarmut, kongin av Lákisj og kongin av Eglon. v24 Og tá ið teir høvdu leitt hesar fimm kongarnar út til Jósva, rópaði Jósva til sín allar Ísraelsmenn og mælti við herhøvdingarnar, ið høvdu verið við honum á ferðini: «Komið higar og setið fótin á hálsin á hesum kongum!» Og teir komu og settu fótin á háls teirra. v25 Tá segði Jósva við teir: «Óttist ikki og verið ikki ræddir, men verið reystir og hugdjarvir, tí at soleiðis vil Harrin fara við øllum fíggindum tykkara, sum tit koma í bardaga við.» v26 Síðan læt Jósva jarðleggja teir; og tá teir vóru dripnir, hongdi hann teir upp í fimm træbular; og har vórðu teir hangandi til kvølds. v27 Men tá ið sól var farin til viða, beyð Jósva at taka teir niður úr trøunum; og teir tveittu teir inn í hellið tað, sum teir høvdu krógvað seg í, og settu stórar steinar fyri munnan, ið standa har enn í dag.
Suðurkánáan hersett
v28 Henda sama dag tók Jósva borgina Makkeda og vá hana við svørði; og kongin og hvørt livandi kykt, sum í henni var, avoyddi hann; eingin komst undan; og hann fór við konginum av Makkeda, eins og hann var farin við konginum av Jeriko. v29 Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Makkeda til Libna og tóku at herja á Libna. v30 Harrin gav eisini hesa borg og kong hennara upp í hendur Ísraels, og teir vógu hana við svørði og drópu hvørt livandi kykt, sum har var; eingin komst undan; og hann fór við kongi hennara, eins og hann var farin við konginum av Jeriko. v31 Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Libna til Lákisj; teir settu herbúðir sínar kring borgina og tóku at herja á hana. v32 Og Harrin gav Lákisj upp í hendur Ísraels; á øðrum degi tóku teir hana og vógu hana við svørði og drópu hvørt livandi kykt, sum í henni var, beint so sum teir høvdu gjørt við Libna. v33 Tá kom Hóram, kongur av Gezer, Lákisj til hjálpar; men Jósva vá hann og herlið hansara, so at eingin teirra komst undan. v34 Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Lákisj til Eglon; teir settu herbúðir sínar kring borgina og tóku at herja á hana. v35 Og teir tóku borgina sama dag og vógu hana við svørði; og hvørt livandi kykt, sum í henni var, avoyddi hann, beint so sum hann hevði gjørt við Lákisj. v36 Síðan fór Jósva og allur Ísrael við honum frá Eglon niðan til Hebron og herjaðu á hana; v37 og teir tóku borgina og vógu hana við svørði og somuleiðis kong hennara og allar smærri borgir har um leið; ikki eitt livandi kykt lótu teir komast undan, beint so sum hann var farin við Eglon; og hann avoyddi hana og hvørt livandi kykt, sum í henni var. v38 Síðan snúðist Jósva og allur Ísrael við honum aftur til Debir og herjaðu á hana; v39 teir tóku bæði borgina og kong hennara og allar smærri borgir har um leið og vógu allar við svørði og avoyddu hvørt livandi kykt har, so at eingin komst undan; á sama hátt sum hann var farin við Hebron og við Libna og konginum har, soleiðis fór hann við Debir og kongi hennara. v40 Soleiðis tók Jósva alt landið, fjallalandið og suðurlandið, láglandið og líðirnar og feldi allar kongar teirra; eingin komst undan; og alt, sum lívsanda hevði, avoyddi hann, so sum Harrin, Ísraels Guð, hevði boðið. v41 Og Jósva legði undir seg alt landið frá Kádesj-Barnea til Gaza og alt Gósjenlandið alt at Gibeon. v42 Allar hesar kongar og land teirra vá Jósva á einum sinni, tí at Harrin, Ísraels Guð, stríddist fyri Ísrael. v43 Eftir hetta snúðist Jósva og allur Ísrael við honum aftur í herbúðirnar við Gilgal.