Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 11
Norðurkánáan tikið
v1 Men tá ið Jábin, kongur av Házor, frætti hetta, sendi hann Jóbab, kongi av Mádon, boð og somuleiðis kongunum av Sjimron og Aksjaf v2 og kongunum har norðuri í fjallabygdunum, á slættlendinum fyri sunnan Kinnerot, í láglandinum og á heiðunum við Dór úti við sjógvin, v3 Kánáanitum bæði fyri eystan og vestan, Ámoritum, Hetitum, Perezitum, Jebusitum í fjallabygdunum og Hivitum niðanvert við Hermon í Mizpalandi. v4 Hesir løgdu nú út við øllum herliðum sínum, fjølmangir sum sandurin við sævarflóð, og við nøgd av hestum og vagnum. v5 Allir hesir kongar løgdu ráðini saman, síðan komu teir og settu upp herbúðir sínar við Meromsvøtn og búðust til bardaga móti Ísraels fólki. v6 Tá segði Harrin við Jósva: «Óttast ikki fyri teimum, tí at um hetta mundið í morgin skal eg lata teir liggja vignar á vali fyri Ísraelsmonnum; tú skalt kvetta hælsinurnar á hestum teirra og brenna upp hervagnar teirra.» v7 Jósva og alt herfólkið, sum við honum var, komu tá brádliga yvir teir við Meromsvøtn, og løgdu á teir. v8 Og Harrin gav teir upp í hendur Ísraels, so at teir vunnu sigur á teimum og eltu teir alt at Zidon hini miklu og til Misrefot-Máim og eystur í Mizpedalin; og teir vógu teir, so at eingin teirra komst undan. v9 Jósva fór við teimum, soleiðis sum Harrin hevði boðið: Hælsinurnar á hestum teirra kvetti hann av, og hervagnar teirra brendi hann upp. v10 Um tað mundið snúðist Jósva aftur og vá Házor og feldi kongin har við svørði; men Házor var áður høvuðsborgin í øllum hesum kongaríkjum. v11 Teir bannførdu borgina og avoyddu hvørt mansbarn, sum har var, so at einki livandi var eftir; og Házor settu teir eld á. v12 Jósva fekk undir seg allar borgirnar hjá hinum kongunum eins og allar kongarnar sjálvar; og hann vá teir við svørði og avoyddi teir, so sum Móses, tænari Harrans, hevði boðið. v13 Tó brendu Ísraelsmenn onga av teimum borgum, ið stóðu uppi á hæddum uttan Házor eina; hana setti Jósva eld á. v14 Allan herfong og fenað úr hesum borgum rændu Ísraelsmenn sær til handar; men hvørt mannkyn feldu teir við svørði og avoyddu tað, til ikki livandi kykt var eftir. v15 Eins og Harrin hevði boðið Mósesi, tænara sínum, soleiðis beyð Móses Jósva, og soleiðis gjørdi Jósva; einki læt hann vera ógjørt av øllum tí, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Yvirlit yvir sigurvinningar Ísraels
v16 Soleiðis legði Jósva alt hetta landið undir seg, fjallalandið og alt suðurlandið, alt Gósjenland og láglandið, slættlendið og Ísraels fjallaland og láglandið har um leið, v17 frá tí nakna hálandinum, ið hevjar seg niðan móti Se'ir og alt at Báal-Gád í Libanons dali niðanvert við Hermons fjall; og allar kongar teirra tók hann, jarðlegði teir og týndi teimum av lívi. v18 Í langar tíðir lá Jósva í bardaga við hesar kongar. v19 Eingin borg gav seg við góðum undir vald Ísraelsmanna uttan eina Hivitarnir, sum búðu í Gibeon; alt máttu teir taka við bardaga. v20 Av Harrans ávum herdu teir hjørtu síni og løgdu í hernað móti Ísraelsmonnum, so at hesir avoyddu teir og eirindaleyst týndu øllum av lívi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Avoyðing Ánakita
v21 Um tað mundið kom Jósva og rak Ánakitarnar út úr fjallalandinum, úr Hebron og Debir, úr Ánab og úr øllum Júdafjøllum og úr øllum Ísraelsfjøllum; og Jósva avoyddi teir eins og borgir teirra. v22 Eingin Ánakiti var eftir í landi Ísraelsmanna; einans í Gaza, Gát og Ásdod vóru nakrir eftir. v23 Soleiðis legði Jósva alt landið undir seg samsvarandi øllum tí, sum Harrin hevði talað við Móses; og Jósva gav Ísrael tað í arv, hvørji ættini sín lut. Síðan varð friður í landinum.