Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 16
Landøkið hjá báðum ættum Jósefs
v1 Síðan varð landamarkið hjá Jósefs sonum tilskilað við lutkasti og gekk fyri eystan frá Jórdan áraka Jeriko við Jerikos vøtn og niðan gjøgnum oyðimørkina, ið hevjar seg upp á fjallalandið við Betel; v2 og frá Betel framvegis yvir at landamarki Arkita, at Átarot, v3 gekk síðan oman vestureftir móti landamarki Jafletita og móti landamarki Bet-Hórons hins niðara og alt at Gezer og gekk í sjógv.
Landøki Efraims
v4 Hesin landsluturin ognaðist Jósefs sonum, Manasse og Efraim; v5 og landamarkið fyri tí luti, sum Efraims synir fingu eftir kyntáttum sínum, var fyri eystan Átarot-Addar til Bet-Hóron hins ovara; v6 haðan gekk tað vestur at havinum. Fyri norðan var Mikmetat mark; haðan gekk landamarkið eystureftir til Táanat-Sjilo og gekk í bugi sunnanvert við Jánoa. v7 Frá Jánoa gekk tað oman at Átarot og Náara, tætt við Jeriko og endaði úti við Jórdan. v8 Frá Tappua gekk landamarkið vestur í Kána-dalin og endaði úti við havið. Hetta var arvalutur Efraims ættar eftir kyntáttum teirra v9 umframt borgir og torpar, sum Efraims synir fingu burtur av arvaluti Manasse sona. v10 Men Kánáanitarnar, sum búðu í Gezer, róku teir ikki burtur; tí búgva Kánáanitar enn í dag í miðjum Efraim; men teir eru vinnuskyldigir.