Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 17
Landøki Manasse
v1 Og Manasse ætt fekk sín lut, tí at hann var frumgitni sonur Jósefs. Mákir, frumgitni sonur Manasse, faðir at Gilead, fekk Gilead og Básjan, tí at hann var bardagamaður. v2 Og hinir synir Manasse fingu lutir eftir kyntáttum sínum: synir Ábiezers, synir Heleks, synir Asriels, synir Sjekems, synir Hefers og synir Sjemida. Hesir vóru kallmanseftirkomarar Manasse Jósefssonar eftir kyntáttum teirra. v3 Men Zelofhad Hefersson Gileadssonar, Mákirssonar, Manassesonar átti ongar synir, einans døtur. Hesar vóru døtur hansara: Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza. v4 Tær gingu tá inn fyri Eleazar prest og Jósva Nunsson og høvuðsmenninar og søgdu: «Harrin beyð Mósesi at geva okkum arvalut millum brøðra okkara.» Eftir boði Harrans gav hann teimum tá arvalut millum brøðra faðirs teirra. v5 Soleiðis fekk Manasse tíggju lutir umframt Gilead og Básjan hinumegin Jórdan, v6 av tí at døtur Manasse eisini fingu arvalutir millum sona hansara. Men hinir eftirkomarar Manasse fingu Gileads land. v7 Og landamark Manasse gekk frá Ásjer til Mikmetat fyri eystan Sjekem og haðan gekk landamarkið suðureftir til teirra, ið búgva í En-Tappua. v8 Manasse fekk landslutin Tappua; men borgina Tappua, ið stóð við landamark Manasse, fingu Efraimitar. v9 Haðan gekk landamarkið oman í Kána-dalin sunnanvert við dalin; borgirnar har, sum stóðu mitt uppi í borgum Manasse, átti Efraim. Landøkið hjá Manasse var fyri norðan dalin og alt til sjóvar. v10 Tað, sum var fyri sunnan, átti Efraim, og tað, sum var fyri norðan, átti Manasse; havið var mark. Fyri norðan var Ásjer landamark teirra, og fyri eystan Issakar. v11 Í Issakar og Ásjer fekk Manasse hesar borgir: Bet-Sjean og bygdir hennara, Jibleam og bygdir hennara, íbúgvar Dórs og bygdir hennara, íbúgvar En-Dórs og bygdir hennara, íbúgvar Táanaks og bygdir hennara, íbúgvar Megiddos og bygdir hennara, fjallalíðirnar tríggjar. v12 Men Manasse synir fingu ikki rikið íbúgvarnar í hesum borgum burtur, og tað eydnaðist Kánáanitum at fáa sær fastan bústað í hesum landsluti. v13 Seinni, tá ið Ísraelsmenn mentust, gjørdu teir Kánáanitarnar vinnuskyldigar, men róku teir ikki burtur.
Jósefs ættir eiga sjálvar at víðka um landøki sítt
v14 Tá mæltu synir Jósefs við Jósva og søgdu: «Hví hevur tú einans givið mær ein lut og eina arvagrein, tó at eg eri fjølment fólk, av tí at Harrin higartil hevur signað meg stórum?» v15 Men Jósva svaraði: «Ert tú vorðin so fjølmentur, tá far tær niðan í skóglandið og brót tær upp úr nýggjum har í landi Perezita og Refaita, um Efraims fjallaland er vorðið tær ov trongt!» v16 Tá søgdu synir Jósefs: «Fjallalandið er okkum ikki nóg mikið; og allir Kánáanitar á slættlendinum hava jarnsettar vagnar, bæði teir, sum búgva í Bet-Sjean og bygdunum har hjá, og teir, sum búgva á Jizreel-slættanum.» v17 Tá segði Jósva við Jósefs ætt, Efraim og Manasse: «Fjølmentur ert tú vorðin, og mikil er styrki tín; ikki skal ein lutur vera tær nóg mikið; v18 men fjallalandið skal verða títt; og er tað skógvaksið, verður tú at bróta upp úr nýggjum; eisini fjallalíðir tess skulu verða tínar; tí at tú skalt reka Kánáanitarnar burtur, tó at teir hava jarnvagnar, tí at tú ert mætari enn teir.»