Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 19
Land hinna seks ættargreinanna: Símeons
v1 Annað lutkastið rakti Símeon, ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra, og fingu teir arvalut sín uppi í miðjum arvaluti Júdasona. v2 Teirra arvalutur var: Beersjeba, Sjema, Mólada, v3 Házar-Sjúal, Bála, Ezem, v4 Eltolad, Betul, Horma, v5 Ziklag, Bet-Markabot, Házar-Súsa, v6 Bet-Lebaot, Sjáruhen, trettan borgir og torpar teirra; v7 En-Rimmon, Tóken, Eter, Ásjan, tilsamans fýra borgir og torpar teirra; v8 og somuleiðis allir torpar, ið lógu kring um hesar borgir, alt at Báalat-Beer, Ráma suðurlandsins. Hetta var arvaluturin hjá ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra. v9 Símeons synir fingu sín lut burtur av arvaluti Júdasona, av tí at arvalutur Júdasona var ov stórur fyri teir; tí var lutur Símeons sona uppi í arvaluti Júdasona.
Land Zebulons
v10 Triðja lutkastið rakti Zebulons synir eftir kyntáttum teirra; og landamark arvaluts teirra gekk alt at Sárid. v11 Markið gekk vestureftir niðan móti Márala tætt fram við Dábesjet at ánni, sum rennur fyri eystan Jokneam; v12 og frá Sárid eystureftir móti sólarrisi at landamarki Kislot-Tábors; haðan til Dobrat og niðan til Jáfia. v13 Haðan gekk tað eystureftir móti sólarrisi yvir at Gitta-Hefer og til Et-Kázin og haðan til Rimmona og alla leið til Nea. v14 Haðan gekk tað norðureftir og endaði í dalinum við Jifta-El. v15 Saman við Kátat, Náhalal, Sjimron, Jideala og Betlehem vóru tað tólv borgir við torpum. v16 Hesar borgir við torpum vóru arvalutir Zebulons sona eftir kyntáttum teirra.
Land Issakars
v17 Fjórða lutkastið rakti Issakar, Issakars synir eftir kyntáttum teirra. v18 Og landslutur teirra varð Jizreel, Kesulot, Sjúnem, v19 Háfaráim, Sjion, Ánahárat, v20 Rabbit, Kisjon, Ebez, v21 Remet, En-Gannim, En-Hadda, Bet-Pazzez. v22 Og landamarkið bar við Tábor, Sjáhazim og Bet-Sjemesj og endaði úti við Jórdan; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra. v23 Hetta var tann arvalutur, ið ognaðist ætt Issakars sona eftir kyntáttum teirra, borgir og torpar.
Land Ásjers
v24 Fimta lutkastið rakti ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra; v25 og varð landamark teirra Helkat, Háli, Beten, Aksjaf, v26 Álammelek, Ámead, Misjal; og framleiðis bar landamarkið við Karmel, Jáma og Sjihor-Libnat. v27 Haðan gekk tað eystureftir til Bet-Dágon og bar við Zebulon og dalin við Jifta-El norðantil og gekk síðan til Bet-Emek, Neiel og norður at Kábul, v28 Abdon, Rehob, Hammon, Kána alt at Zidon, borgini miklu. v29 Haðan gekk landamarkið yvir at Ráma og hini víggirdu borg Týrus, síðan til Hósa og endaði úti við havið; framleiðis Máhalab, Akzib, v30 Akko, Áfek, Rehob; tilsamans tjúgu og tvær borgir umframt torpar. v31 Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra.
Land Naftali
v32 Sætta lutkastið rakti Naftali synir, Naftali synir eftir kyntáttum teirra. v33 Teirra landamark gekk frá Helef, frá eikini við Záanannim og Ádami-Nekeb og Jabneel alt at Lakkum og endaði úti við Jórdan. v34 Haðan gekk markið vestureftir til Aznot-Tábor og haðan til Hukkok og tætt fram við Zebulon sunnantil, Ásjer vestantil og Jórdan eystantil. v35 Av víggirdum borgum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret, v36 Ádama, Ráma, Házor, v37 Kedesj, Edrei, En-Házor, v38 Jireon, Migdal-El, Hórem, Bet-Ánat og Bet-Sjemesj, tilsamans nítjan borgir og torpar afturat. v39 Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Naftali sona eftir kyntáttum teirra.
Land Dáns
v40 Sjeynda lutkastið rakti ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra. v41 Og landamark arvaluta teirra vóru: Zórea, Esjtaol, Ir-Sjemesj, v42 Sjáalabbin, Ajjalon, Jitla, v43 Elon, Timna, Ekron, v44 Elteka, Gibbeton, Báalat, v45 Jehud, Bene-Berak, Gát-Rimmon, v46 Me-Jarkon og Rakkon við landaøkinum yvir móti Jáfo. v47 Men land Dáns sona varð teimum ov trongt; teir fóru tí niðan og herjaðu á borgina Lesjem, hertóku hana og vógu hana við svørði; teir ognaðu sær hana og búsettust har og nevndu hana Dán eftir Dán, ættarfaðir sínum. v48 Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra.
Lutur Jósva
v49 Tá ið teir høvdu skift landið sundur at ytstu landamarkum, góvu Ísraelsmenn Jósva Nunssyni arvalut sín ámillum. v50 Eftir boði Harrans góvu teir honum ta borg, sum hann sjálvur kjósaði sær, Timnat-Sera á Efraims fjøllum. Og hann víggirdi hana og setti búgv har. v51 Hetta vóru teir arvalutir, sum Eleazar prestur og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraels sona skiftu sundur við lutkasti í Silo fyri ásjón Harrans við dyr samfundartjaldsins. Soleiðis luku teir at skifta landið sundur.