Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 2
Njósnararnir og Ráhab
v1 Jósva Nunsson sendi tá loyniliga út úr Sjittim tveir menn til at njósna og segði við teir: «Farið og kannið landið og serstakliga Jeriko!» Teir fóru tá avstað og komu inn hjá eini skøkju, Ráhab at navni, og har gistu teir. v2 Kongurin av Jeriko fekk tá hesi boð: «Sí, higar eru komnir á nátt nakrir Ísraelitar til at kanna landið!» v3 Tá sendi kongurin av Jeriko Ráhabi hesi boð: «Gev okkum menninar, ið til tín eru komnir, tí at teir eru komnir til at kanna alt landið!» v4 Men konan tók báðar menninar og krógvaði teir og segði: «Satt er tað, at menninir komu til mín, men ikki visti eg, hvaðan teir vóru; v5 og tá ið borgarliðið skuldi lokast í skýmingini, rýmdu menninir; ikki veit eg, hvar teir fóru; men haldið sum skjótast aftan á teir, so fáa tit teir aftur!» v6 Men hon hevði leitt teir upp á tekjuna og krógvað teir har undir línurtarleggjum, ið út lógu breiddir á tekjuni. v7 Menninir hildu so aftan á teir á Jórdanvegnum oman at vaðunum; og borgarliðið varð afturlatið, so skjótt sum eltararnir vóru komnir útum. v8 Men áður enn báðir menninir vóru farnir til hvíldar, kom hon upp á takið til teirra v9 og segði við teir: «Eg veit, at Harrin hevur givið tykkum landið, ræðsla fyri tykkum er komin yvir okkum, og allir íbúgvar landsins ræðast tykkum; v10 tí at vit hava frætt, hvussu Harrin turkaði upp fyri tykkum vatnið í Reyðahavinum, tá ið tit fóru úr Egyptalandi, og hvussu tit hinumegin Jórdan fóru við báðum Ámoritakongunum Sihoni og Og, sum tit avoyddu med alla. v11 Tá ið vit hoyrdu tað, bilaði okkum øllum hugur og hjarta av ótta fyri tykkum, tí at Harrin, Guð tykkara, er Guð bæði har uppi á himnum og her niðri á jørð. v12 Men svørjið mær nú við Harran, at tit vilja miskunna ættarkyni mínum, eins og eg miskunnaði tykkum, og berið mær prógv um, v13 at tit vilja lata mær faðir og móður, brøður og systrar og alt húski teirra vera á lívi, og at tit vilja bjarga okkum undan deyðanum!» v14 Menninir svaraðu henni: «Vit leggja lívið við fyri tykkum, um bert tit ikki siga frá ørindum okkara; og tá ið Harrin gevur okkum hetta landið, skulu vit sýna tykkum miskunn og trúfesti.» v15 Tá læt hon teir síga niður í reipi út um gluggan; tí at hús hennara stóð tætt við borgargarðin og var bygt áfast við hann, v16 og hon segði við teir: «Haldið til fjals, so at teir, sum leita eftir tykkum, ikki koma fram á tykkum, og krógvið tykkum har í tríggjar dagar, til teir eru afturkomnir. Síðan mega tit fara leið tykkara.» v17 Menninir svaraðu henni: «Á henda hátt skulu vit halda tann eið, sum tú lætst okkum svørja tær: v18 Sí, tá ið vit koma inn í landið, skalt tú binda henda reyða tráðin í gluggan tann, sum tú seigst okkum út um; og faðir tín og móður og brøður tínar og alla ætt faðirs tíns skalt tú savna til tín í hús títt. v19 Men um einhvør fer út fyri húsdyr tínar, tá skal blóð hansara koma oman yvir hann sjálvan, og vit skulu vera sakleysir, men verður hond løgd á einhvønn inni í húsi tínum, tá skal blóð hansara verða kravt av okkum! v20 Men um tú sigur frá ørindum okkara, tá skulu vit vera leysir við tann eið, sum tú lætst okkum svørja tær!» v21 Hon svaraði: «Verði svá, sum tit siga!» Síðan læt hon teir fara avstað og bant reyðan tráð í gluggan. v22 Teir hildu tá til fjals og vórðu verandi har í tríggjar dagar, til teir, sum eltu teir, vóru afturkomnir. Eltararnir høvdu leitað á øllum vegnum, men einki funnið. v23 Og báðir menninir vendu heim aftur; og tá ið teir vóru komnir niður av fjallinum og farnir yvir um ánna, komu teir til Jósva Nunssonar og søgdu honum frá øllum, sum teimum hevði verið fyri. v24 Og teir søgdu við Jósva: «Harrin hevur givið alt landið upp í okkara hendur; allir íbúgvar landsins kvíða í ræðslu fyri okkum.»