Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 20
Griðstaðir
v1 Tá talaði Harrin við Jósva og mælti: v2 «Tala við Ísraelsmenn og sig: Veljið tykkum nú griðstaðir, eins og eg beyð tykkum við Mósesi, v3 til tess at tann, sum av óvart og móti ætlan síni verður manni at bana, hagar kann firra lívi sínum undan blóðhevnaranum. v4 Tá ið hann flýggjar í einhvørja av hesum borgum og tekur støðu í borgarliðinum og greinir teimum elstu í teirri borg frá máli sínum, tá skulu teir taka hann inn í borgina til sín og geva honum bústað hjá sær. v5 Og tá ið blóðhevnarin kemur eftir honum, skulu tit ikki geva drápsmannin upp í hendur hansara, so satt sum hann drap næsta sín av óvart og ongan meinhuga bar honum frammanundan. v6 Hann skal verða búgvandi í teirri borg, til hann hevur verið fyri dómi savnaðarins, og til tann maður er deyður, sum um tað mundið er høvuðsprestur. Síðan má drápsmaðurin fara heim aftur í ta borg, sum hann var flýddur frá.» v7 Tá halgaðu teir Kedesj í Galileu á Naftali fjøllum og Sikem á Efraims fjøllum og Kirjat-Arba, tað er Hebron, á Júda fjøllum. v8 Og fyri eystan Jórdan góvu teir Bezer í oyðimørkini, á slættanum, av ætt Rubens; og Rámot í Gilead av ætt Gáds og Gólan í Básjan av ætt Manasse. v9 Hesar vóru tær borgir, sum allir Ísraelsmenn og allir fremmandir, ið búðu teirra millum, fingu tilskilaðar, til tess at hagar mátti flýggja hvør tann, sum av óvart hevði verið manni at bana, og ikki verða dripin av blóðhevnaranum, fyrr enn hann hevði verið fyri dómi savnaðarins.