Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 23
Jósva áminnir fólkið
v1 Tá ið nú long tíð var umliðin, og Harrin hevði givið Ísrael frið fyri øllum fíggindum teirra har um leið, og Jósva var vorðin gamal og hevði nógv ár á baki, v2 tá stevndi Jósva øllum Ísrael saman og øllum hinum elstu, høvdingum, dómarum og tilsjónarmonnum hans og segði við teir: «Eg eri nú vorðin gamal, og árini eru komin. v3 Tit hava sjálvir sæð, hvat ið Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt við allar hesar tjóðir, sum hann rak undan tykkum; tí at tað var Harrin, Guð tykkara, sum stríddist sjálvur fyri tykkum. v4 Síggið, eg havi latið lutast tykkum hesar tjóðir, ið enn vóru eftir, ættum tykkara til ognar, allar tær tjóðir, sum eg oyddi frá Jórdan, og alt at havinum mikla móti sólarsetri. v5 Harrin, Guð tykkara, man sjálvur reka tær undan tykkum og týna tær fyri tykkum, og tit skulu leggja land teirra undir tykkum, eins og Harrin, Guð tykkara, hevur heitt. v6 Roynist nú hugfastir í at halda og gera alt tað, sum ritað er í lógbók Mósesar, so at tit víkja hvørki til høgru ella vinstru frá henni; v7 og farið ikki í hóslag við nakra av teim tjóðum, ið eftir eru her í landinum hjá tykkum; og gudar teirra mega tit ikki so mikið sum taka upp á tunguna, ikki heldur svørja við gudar teirra og ikki tæna teimum ella tilbiðja teir. v8 Men Harran, Guð tykkara, skulu tit halda fast við, eins og tit hava gjørt fram at hesum degi. v9 Tí hevur Harrin rikið undan tykkum fjølmentar og veldigar tjóðir. Fram at hesum degi hevur eingin verið førur fyri at standast móti tykkum. v10 Ein av tykkum rak burtur túsund; av tí at Harrin, Guð tykkara, sjálvur stríddist fyri tykkum, eins og hann hevði heitt tykkum. v11 Leggið tykkum eina við at elska Harran, Guð tykkara, tí at tað ræður um lív tykkara. v12 Tí at víkja tit frá og ganga í hóslag við eftirstøðurnar av hesum tjóðum, ið enn eru eftir hjá tykkum, og binda mágskap við tær og koma saman við tær og tær við tykkum, v13 tá skulu tit vita, at Harrin, Guð tykkara, ikki meira skal reka hesar tjóðir undan tykkum, og tær skulu verða tykkum at snerru og hjálma og broddar í síðum tykkara og tornir í eygum tykkara til tess at oyða tykkum út úr hesum góða landi, sum Harrin, Guð tykkara, gav tykkum. v14 Sí, eg fari nú somu leið sum alt her á fold; men vita skulu tit og altíð hava í huga og sál, at einki av teim fyriheitum, ið Harrin, Guð tykkara, gav tykkum, hevur svitast; øll eru tey gingin út; einki av teimum hevur svitast. v15 Men eins og alt tað góða, ið Harrin, Guð tykkara, heitti tykkum, er gingið út, soleiðis skal hann eisini lata allar hóttanir sínar verða tykkum fyri til tess at oyða tykkum út úr hesum góða landi, sum hann gav tykkum; v16 bróta tit tann sáttmálan, ið Harrin, Guð tykkara, legði fyri tykkum, og fara at dýrka aðrar gudar og tilbiðja teir, tá skal bræði Harrans brenna ímóti tykkum og brádliga oyða tykkum úr landinum góða, sum hann gav tykkum.»