Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 24
Skilnaðartala Jósva í Sikem
v1 Jósva savnaði síðan í Sikem allar ættir Ísraels og stevndi til sín hinum elstu í Ísrael og høvdingum, dómarum og tilsjónarmonnum hans; og teir tóku støðu frammi fyri Guði. v2 Tá mælti Jósva við alt fólkið: «Svá sigur Harrin, Ísraels Guð: Forfedrar tykkara búðu í fyrndini handan ánna, Tára, faðir Ábrahams og Nákors; og teir dýrkaðu aðrar gudar. v3 Tá tók eg Ábraham, ættfaðir tykkara, hinumegin ánna, og leiddi hann um alt Kánáanland og gjørdi kyn hansara fjølment; eg gav honum sonin Ísak. v4 Og Ísaki gav eg Jákup og Esav; og Esavi gav eg Se'irs fjøll til ognar; men Jákup og synir hansara fóru til Egyptalands. v5 Síðan sendi eg Móses og Áron og nívdi Egyptar við teim kraftargerðum, sum eg gjørdi teirra millum; og eftir tað leiddi eg tykkum út haðan. v6 Men tá ið eg leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi, og tit vóru komnir at havinum, hildu Egyptar aftan á fedrar tykkara við vagnum og hestum alt at Reyðahavinum. v7 Tá rópaðu teir til mín um hjálp; og eg setti myrkur millum tykkara og Egypta og hvølvdi havið oman yvir teir, so at tað huldi teir; og tit sóu við egnum eygum, hvussu eg fór við Egyptum. Eftir tað búðu tit langa tíð í oyðimørkini. v8 Síðan leiddi eg tykkum inn í land Ámorita, sum búðu hinumegin Jórdan. Og tá ið teir herjaðu á tykkum, gav eg teir upp í hendur tykkara, so at tit løgdu land teirra undir tykkum; og eg oyddi teir undan tykkum. v9 Tá reis Bálak Zipporsson, kongur av Móab, at berjast við Ísrael og sendi boð eftir Bileami Beorssyni til tess at bølbiðja tykkum. v10 Men eg vildi ikki hoyra Bileam; og hann mátti tvørtur ímóti vælsigna tykkum; soleiðis bjargaði eg tykkum úr hondum hansara. v11 Síðan fóru tit yvir um Jórdan og komu til Jeriko; og íbúgvar Jeriko, Ámoritar, Perezitar, Kánáanitar, Hetitar, Girgasjitar, Hivitar og Jebusitar fóru í bardaga móti tykkum, men eg gav teir upp í hendur tykkara. v12 Eg sendi eiturflugur undan tykkum og rak hinar tólv kongar Ámorita undan tykkum; tað var hvørki við svørði tykkara ella boga. v13 Og eg gav tykkum land, sum tit ikki hava strevast eftir; og tit búgva í borgum, sum tit ikki hava bygt, og njóta ávøkstin av víngørðum og oljutrøum, sum tit ikki hava sett niður. v14 Óttist tí nú Harran og tænið honum av heilum huga í trúfesti og koyrið frá tykkum teir gudar, sum fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin ánna og í Egyptalandi og tænið Harranum. v15 Men líkar tykkum ikki at tæna Harranum, so kjósið í dag, hvørjum tit vilja tæna, gudum teimum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin ánna, ella gudum Ámorita, ið hvørja landi tit nú búgva; men eg og hús mítt vilja tæna Harranum!» v16 Tá svaraði fólkið og segði: «Fjart verði tað okkum at siga burtur Harran til tess at tæna øðrum gudum. v17 Nei, Harrin er Guð okkara, hann, sum leiddi okkum og fedrar okkara úr Egyptalandi, úr trælahúsinum, og sum hevur gjørt øll hesi miklu undur fyri eygum okkara og varðveitt okkum á øllum leiðum okkara gjøgnum tær tjóðir, ið vit máttu um. v18 Harrin rak undan okkum allar hesar tjóðir og Ámoritarnar, sum búðu í landinum; afturfyri vilja vit tæna Harranum, tí at hann er Guð okkara!» v19 Tá segði Jósva við fólkið: «Tað kundi borið á, at tit ikki eru før fyri at tæna Harranum, tí at Guð, hann er heilagur, og vandlátur Guð er hann; hann man ikki fyrigeva misgerðir og syndir tykkara. v20 Siga tit Harran burtur og dýrka fremmandar gudar, tá vil hann aftur leiða ógævu yvir tykkum og beina fyri tykkum, tó at hann áður gjørdi væl ímóti tykkum!» v21 Men fólkið svaraði Jósva: «Nei, Harranum viljum vær tæna!» v22 Tá segði Jósva við fólkið: «Tit eru vitni ímóti tykkum sjálvum um, at tit hava kosið at tæna Harranum; v23 so tveitið nú burtur hinar útlendsku gudar, sum tit hava hjá tykkum, og bendið hjørtu tykkara at Harranum, Ísraels Guði!» v24 Tá svaraði fólkið Jósva: «Harranum, Guði várum, viljum vær tæna og lýða rødd hansara!» v25 Og Jósva gjørdi á tí degi sáttmála við fólkið og setti teimum lóg og rætt í Sikem. v26 Jósva ritaði hesi orð í lógbók Guðs, tók miklan stein og reisti hann har undir eikini í halgidómi Harrans. v27 Og Jósva segði við alt fólkið: «Síggið henda steinin, hann skal verða vitni ímóti okkum, tí at hann hevur hoyrt hvørt orð, sum Harrin hevur talað til okkara; og hann skal vera vitni móti tykkum, til tess at tit ikki avnokta Guð tykkara.» v28 Síðan læt Jósva fólkið fara, hvør aftur á sín arvalut.
Andlát Jósva
v29 Nakað eftir hesar tilburðir andaðist Jósva Nunsson, tænari Harrans, eitt hundrað og tíggju ára gamal. v30 Teir jarðaðu hann á arvaluti hansara Timnat-Sera, sum er á Efraims fjøllum fyri norðan Gáasj fjall. v31 Ísrael tænaði Harranum alla ævi Jósva og so leingi, sum hinir elstu livdu eftir hann, teir, sum høvdu sæð alt, sum Harrin hevði gjørt fyri Ísrael.
Bein Jósefs verða flutt til Sikem
v32 Men bein Jósefs, sum Ísraelsmenn høvdu havt við sær úr Egyptalandi, jarðaðu teir í Sikem á tí jarðarstykki, sum Jákup hevði keypt frá sonum Hámors, ættarfaðir Sikems, fyri hundrað kesitar, og sum hann hevði givið Jósefi í arv.
Eleazar andast
v33 Og Eleazar, sonur Árons, andaðist og varð jarðaður í Gibeu, sum Pinehas, sonur hans, átti, og sum hevði verið givin honum á Efraim fjøllum.