Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 3
Ferðin yvir Jórdan
v1 Snimma morgunin eftir búðist Jósva til ferðar, og teir fóru avstað úr Sjittim og komu at Jórdan, hann og allir Ísraelsmenn; har dvaldust teir um náttina, áður enn teir fóru yvirum. v2 Men tá ið teir tríggir dagarnir vóru at enda, fóru tilsjónarmenninir um allar herbúðirnar v3 og buðu fólkinum: «Tá ið tit síggja sáttmálaørk Harrans, Guðs tykkara, og Levitaprestarnar bera hana, tá skulu tit fara úr staði tykkara og ganga aftan á hana; v4 men millum tykkara og hennar skulu vera um tvey túsund alnir; ikki mega tit koma tætt at henni – til tess at tit mega vita, hvønn veg tit eiga at ganga, tí at tit hava ongantíð gingið har áður.» v5 Tá segði Jósva við fólkið: «Halgið tykkum, tí at í morgin fer Harrin at gera undurverk tykkara millum!» v6 Og við prestarnar segði Jósva: «Takið sáttmálaørkina og farið yvirum undan fólkinum!» Og teir tóku sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum. v7 Men Harrin segði við Jósva: «Í dag fari eg undir at gera teg til stórmenni í eygum alra Ísraelita, so at teir mega vita, at eg eri við tær, eins og eg var við Mósesi. v8 Men bjóða nú prestunum, ið bera sáttmálaørkina, og sig: Tá ið tit koma at áarbakka Jórdans, skulu tit steðga har.» v9 Tá segði Jósva við Ísraelsmenn: «Komið higar og hoyrið orð Harrans, Guðs tykkara!» v10 Og Jósva mælti: «Av hesum skulu tit sanna, at livandi Guð er tykkara millum, og at hann vil reka undan tykkum Kánáanitar og Hetitar, Hivitar, Perezitar, Girgasjitar, Ámoritar og Jebusitar: v11 Sí, sáttmálaørk hans, ið valdar øllum londum, skal fara undan tykkum gjøgnum Jórdan. v12 Veljið tykkum nú tólv mans úr ættum Ísraels, ein úr hvørji ætt. v13 Og so skjótt sum prestarnir, ið bera sáttmálaørk Harrans, ið valdar øllum londum, stíga út í Jórdan, man vatnið í Jórdan skiljast sundur, soleiðis at tað vatnið, sum kemur omaneftir, verður standandi eins og veggur.» v14 Fólkið helt nú avstað úr herbúðum sínum til tess at fara yvir um Jórdan, og prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, gingu undan fólkinum. v15 Og tá ið teir, sum bóru ørkina, komu at Jórdan, og í tí prestarnir, sum bóru ørkina, stigu útí – floymdi Jórdan yvir allar bakkar alt heystið – v16 tá steðgaði vatnið, sum kom omaneftir, og varð standandi eins og veggur langt, langt uppi, við Ádam, ein borg nærindis Záretan; men vatnið, sum rann omaneftir móti Árábahavinum ella Salthavinum, tað rann alt burtur. Og fólkið fór yvirum beint áraka Jeriko. v17 Men prestarnir, ið bóru sáttmálaørk Harrans, vórðu standandi á turrum mitt í Jórdan, meðan allir Ísraelsmenn fóru yvirum eftir turrum, til alt fólkið var komið yvir um Jórdan.