Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 4
Tólv minningarsteinar reistir
v1 Tá ið alt fólkið var komið yvir um Jórdan, segði Harrin við Jósva: v2 «Veljið tykkum úr fólkinum tólv mans, ein mann úr hvørji ætt, v3 og bjóðið teimum og sigið: Takið tykkum tólv steinar hiðan úr miðjari Jórdan, har prestarnir steðgaðu, havið teir yvirum við tykkum og setið teir upp á tí staði, har ið tit skulu sova í nátt.» v4 Jósva kallaði tá til sín teir tólv menninar, sum hann hevði valt sær av Ísraelsmonnum, ein úr hvørji ætt, v5 og segði við teir: «Gangið yvirum undan ørk Harrans, Guðs tykkara; og tá ið tit koma mitt út í Jórdan, skulu tit taka hvør sín stein upp á herðarnar, so nógvar sum talið á ættum Ísraels. v6 Hetta skal vera tekin tykkara millum: Tá ið børn tykkara seinni spyrja tykkum: Hvat merkja hesir steinar? v7 Tá skulu tit svara teimum: Teir merkja tað, at vatnið í Jórdan skildist sundur fyri sáttmálaørk Harrans. Tá ið hon fór yvirum, skildist vatnið í Jórdan sundur. Tí skulu hesir steinar vera Ísraelsmonnum til áminningar allar ævir.» v8 Ísraelsmenn gjørdu nú, eins og Jósva hevði boðið, og tóku, so sum Harrin hevði sagt við Jósva, tólv steinar upp úr miðjari Jórdan samsvarandi tali ætta Ísraelsmanna; og teir høvdu teir við sær yvirum og settu teir upp, har sum náttarstaður teirra skuldi vera. v9 Og tólv steinar setti Jósva upp í miðjari Jórdan á tí staði, har prestarnir, sum bóru sáttmálaørkina, steðgaðu, og har standa teir enn í dag. v10 Men prestarnir, ið bóru ørkina, vórðu standandi í miðjari Jórdan, til alt var gjørt til fulnaðar, sum Harrin hevði boðið Jósva at siga við fólkið, samsvarandi øllum, sum Móses hevði álagt Jósva. Og fólkið skundaði sær yvirum. v11 Men tá ið alt fólkið var farið yvirum, komu eisini prestarnir við ørk Harrans yvirum og tóku støðu framman fyri fólkinum. v12 Fram gingu tá Rubenitar og Gáditar og hálv ætt Manasse á odda fyri Ísraelsmonnum herklæddir, eins og Móses hevði boðið teimum. v13 Um fjøruti túsund herbúnir menn í tali hildu teir yvir á Jerikovøllin til bardaga fyri ásjón Harrans. v14 Tann dagin gjørdi Harrin Jósva miklan í eygum alra Ísraelsmanna, og teir óttaðust hann alla ævi hans, eins og teir høvdu óttast Móses. v15 Tá mælti Harrin við Jósva: v16 «Bjóða prestunum, sum bera vitnisburðarørkina, at stíga upp úr Jórdan!» v17 Og Jósva beyð prestunum og mælti: «Stígið upp úr Jórdan!» v18 Og so skjótt sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørk Harrans, vóru komnir upp úr Jórdan og høvdu sett fótin upp á turt, tá kom vatnið í Jórdan aftur í legu sína og floymdi yvir allar bakkar eins og áður. v19 Og fólkið steig upp úr Jórdan á tíggjunda degi hins fyrsta mánaðar og setti upp herbúðir í Gilgal eystantil á Jeriko vøllum. v20 Har í Gilgal setti Jósva upp teir tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið við sær úr Jórdan. v21 Og hann segði við Ísraelsmenn: «Tá ið børn tykkara í komandi tíðum spyrja tykkum og siga: Hvat merkja hesir steinar? v22 Tá skulu tit greiða børnum tykkara frá tí og siga: Á turrum gekk Ísrael her yvir um Jórdan, v23 við tað at Harrin, Guð tykkara, turkaði burtur vatnið í Jórdan fyri tykkum, til tit vóru komin yvirum, á sama hátt sum Harrin, Guð tykkara, gjørdi við Reyðahavið, sum hann eisini turkaði burtur fyri okkum, til vit vóru komin yvirum, v24 til tess at allar tjóðir á fold mega vita, at hond Harrans er máttmikil, so at tær óttast Harran, Guð tykkara, allar dagar.»