Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jósvabók, kapittul 7
Stuldur Ákans. Ósigur við Ai
v1 Men Ísraelsmenn fóru við svikum móti tí, sum bannført var; Ákan Karmison, Zabdisonar, Zerakssonar av Júdaætt, tók av tí, sum bannført var; tá tendraðist vreiði Harrans móti Ísraelsmonnum. v2 Jósva sendi nú menn úr Jeriko til Ai, sum er við Bet-Áven fyri eystan Betel, og hann segði við teir: «Farið og kannið landið har!» Og menninir fóru og kannaðu Ai. v3 Teir komu aftur til Jósva og søgdu við hann: «Lat ikki alt fólkið fara hagar; tí at um bert einir tvey ella trý túsund mans fara hagar, tá bera teir lættliga sigur av Ai; ómaka ikki alt fólkið hagar, tí at teir eru fámentir.» v4 Úti við trý túsund mans av fólkinum fóru tá hagar, men máttu flýggja fyri monnunum í Ai. v5 Og menninir í Ai vógu av teimum okkurt um tríati og seks mans og eltu teir frá borgarliðinum alt at grótbrotunum; og teir vunnu sigur á teimum í brekkuni; tá bilaði fólkinum hugur, og hjarta tess varð vatn. v6 Og Jósva skræddi klæði síni og fell fram á ásjón sína til jarðar framman fyri ørk Harrans og varð liggjandi soleiðis alt til kvølds; og bæði hann og hinir elstu Ísraels stroyddu mold á høvur síni. v7 Og Jósva segði: «Á, Harri, drottin! Hví mundi tú nakrantíð lata hetta fólkið fara yvir um Jórdan til tess at geva tað upp í hendur Ámorita og lata teir oyða tað! Gævi at vit høvdu latið okkum lynda at verða verandi hinumegin Jórdan! v8 Á, Harri! Hvat skal eg siga, nú ið Ísrael hevur lútað fyri fíggindum sínum? v9 Og tá ið nú Kánáanitar og allir íbúgvar landsins hoyra um hetta, munnu teir kringseta okkum og oyða nøvn okkara úr landinum; hvat ætlar tú tá at gera tínum mikla navni til bata?» v10 Tá segði Harrin við Jósva: «Rís upp! Hví liggur tú her fram eftir rommum? v11 Ísrael hevur syndað; teir hava slitið sáttmálan, sum eg beyð teimum at halda; eisini hava teir tikið av tí, sum bannført var; teir hava stolið og krógvað og goymt tað uppi í viðførinum. v12 Tessvegna kunnu Ísraelsmenn ikki standast móti fíggindum sínum, men mega flýggja undan teimum, tí at teir eru sjálvir undir banni; eg vil ikki longur vera við tykkum, um tit ikki beina fyri øllum, sum bannført er. v13 Rís nú upp og bið fólkið halga seg og sig við tey: Halgið tykkum til morgins; tí at so sigur Harrin, Guð Ísraels: Hjá tær, Ísrael, er enn nakað, sum bannført er; tí kunnu tit ikki standast móti fíggindum tykkara, fyrr enn tit hava beint fyri øllum, sum bannført er. v14 Í morgin ári skulu allar ættir tykkara ganga fram. Og av teirri ætt, sum Harrin letur lutin falla á, skulu allir kyntættir ganga fram. Og av tí kyntátti, sum Harrin letur lutin falla á, skulu øll húski ganga fram. Og av tí húski, sum Harrin letur lutin falla á, skulu allir kallmenn ganga fram. v15 Tann, ið tá verður raktur, av tí at hann hevur hjá sær nakað av tí, sum bannført hevur verið, hann skal verða uppbrendur saman við øllum, sum hann eigur, tí at hann hevur slitið sáttmála Harrans og gjørt dáraverk í Ísrael.» v16 Morgunin eftir fór Jósva snimma upp og læt allar ættir Ísraels ganga fram; og luturin fell á Júdaætt. v17 Síðan læt hann Júdaætt ganga fram; tá fell luturin á kyntátt Zeraks; síðan læt hann øll húski av kyntátti Zeraks ganga fram, og luturin fell á Zabdi. v18 Uppaftur læt hann allar kallmenn av húski hansara ganga fram, og tá fell luturin á Ákan Karmison, Zabdisonar, Zerakssonar av Júdaætt. v19 Tá mælti Jósva við Ákan: «Sonur mín, gev Harranum, Ísraels Guði, æruna og veit honum tøkk og sig mær, hvat tú hevur gjørt; dyl einki fyri mær.» v20 Ákan svaraði Jósva og mælti: «Ja, eg havi syndað móti Harranum, Ísraels Guði; hetta er tað, sum eg havi gjørt: v21 Eg sá uppi í herfonginum fagra bábylónska skikkju og tvey hundrað siklar í silvuri og eina gulltungu, ið vá fimmti siklar; eg girnaðist hesar lutir og tók teir; og sí, teir liggja fjaldir í jørðini undir tjaldi mínum og silvurið niðast.» v22 Jósva sendi tá ørindrekar avstað, sum skundaðu sær inn í tjaldið; og sí, tað lá fjalt í tjaldi hansara og silvurið niðast. v23 Og teir tóku tað út úr tjaldinum og bóru Jósva tað og øllum Ísraelsmonnum og løgdu tað frammi fyri ásjón Harrans. v24 Jósva og við honum allir Ísraelsmenn tóku tá Ákan Zeraksson og silvurið, skikkjuna og gulltunguna og synir og døtur hansara og stórdýr, asnar og smalur hansara og somuleiðis tjald hansara og alt, sum hann átti, og fóru við tí niðan í Ákors dal. v25 Og Jósva mælti: «Hví hevur tú leitt ógævu yvir okkum? Nú skal Harrin leiða ógævu yvir teg.» Og allur Ísrael grýtti hann við gróti; og børn og ognarlutir hansara brendu teir í eldi ella steinaðu tey. v26 Síðan reistu teir yvir honum miklan varða av gróti, ið enn er til. Tá lætti Harrin av síni brennandi vreiði. Tí eitur tann staðurin enn í dag Ákors dalur.