Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs, kapittul 5
Pætur áminnir teir elstu, teir ungu og øll at vera eyðmjúk og vakin
v1 Hinum elstu tykkara millum áminni eg sum samelsti og vitni um líðingar Krists, sum eisini skal fáa lut í teirri dýrd, sum skal verða opinberað. v2 Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; v3 ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum; v4 og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdarinnar. v5 Somuleiðis tit ungu, verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. v6 Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum. v7 Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. v8 Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. v9 Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin.
Ynski um Guðs styrki; heilsan
v10 Men Guð alrar náðar, sum kallaði tykkum til sína ævigu dýrd í Kristi Jesusi, aftan á líðing eina stutta tíð, hann skal sjálvur gera tykkum fulldugandi, menna, styrkja, grundfesta tykkum. v11 Hansara er mátturin um aldur og allar ævir. Amen. v12 Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður, – tí at tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at minna á og vitna, at hetta er Guðs sanna náði, sum tit standa í. v13 Hin samútvalda (t.e. systurkirkjan) í Bábylon heilsar tykkum og líkaleiðis Markus, sonur mín. v14 Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi!