Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt seinna almenna bræv Pæturs, kapittul 1
Heilsan
v1 Símun Pætur, tænari og ápostul Jesu Krists, til teirra, sum hava fingið ta somu dýrabaru trúgv sum vit fyri rættvísi Guðs várs og frelsara várs, Jesu Krists. v2 Náði og friður verði tykkum margfalt fyri í kunnugleika um Guð og Jesus, váran harra!
Áminning um halgan í tí dagliga lívinum
v3 Við tað at hansara guddómligi máttur hevur givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívs og Guðs ótta við kunnugleikanum um hann, sum kallaði okkum við síni egnu dýrd og kraft, v4 og við teimum hevur givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu verða felagar í guddómligari náttúru, tá ið tit komast undan spillingini í heiminum, sum stendst av girndum, v5 so gerið tykkum tí eisini av teirri grund allan ómak fyri í trúgv tykkara at sýna dygd, v6 og í dygdini skynsemi, og í skynsemini avhald, og í avhaldinum tolmóð, og í tolmóðinum gudsótta, v7 og í gudsóttanum bróðurkærleika, og í bróðurkærleikanum kærleika. v8 Tí at tá ið hetta er at finna hjá tykkum og tað tekur til, tá letur tað tykkum ikki vera yrkisleysar ella fruktaleysar viðvíkjandi kunnugleikanum um váran harra, Jesus Krist. v9 Tí at tann, sum hetta ikki er at finna hjá, er blindur, stuttskygdur, og hevur gloymt reinsanina frá sínum fyrru syndum. v10 Leggið tykkum tí tess meira eina við, brøður, at gera kall tykkara og útveljing tykkara føst; tí at tá ið tit gera hetta, skulu tit ikki á nøkrum sinni snáva. v11 Tí at soleiðis skal tykkum ríkliga verða veittur inngangur til harra og frelsara várs, Jesu Krists, æviga ríki.
Brævið skal vera ein slík áminning og vitnisburður um Krist og afturkomu hans
v12 Tess vegna ætli eg mær altíð at minna tykkum á hetta, tó at tit vita tað og eru grundfestir í tí sannleikanum, sum er hjá tykkum. v13 Kortini haldi eg tað vera beint at vekja tykkum við áminning, so leingi sum eg eri í hesum tjaldi, v14 tá ið eg veit, at tjald mítt brátt skal verða niður tikið, soleiðis sum sjálvur vár harri Jesus Kristus hevur latið tað birtast fyri mær. v15 Men eg vil eisini leggja dent á, at tit altíð eftir burturferð mína kunnu minnast hetta. v16 Tí at tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara. v17 Tí at hann fekk av Guði faðir heiður og dýrd, tá ið ein tílík rødd kom til hansara frá hini hátignarmiklu dýrd: «Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi tokka til.» v18 Og hesa rødd hoyrdu vit sjálvir koma av himni, tá ið vit vóru við honum á hinum heilaga fjallinum. v19 Og tess fastari hava vit hitt profetiska orðið, og tit gera rætt í at geva gætur eftir tí sum eftir einum ljósi, sum skínur á einum myrkum staði, inntil tað lýsir av degi, og morgunstjørnan rennur upp í hjørtum tykkara; v20 við tað at tit fram um alt vita hetta, at einki profetaorð í skriftini verður týtt av sær sjálvum; v21 tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda.