Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Hitt seinna almenna bræv Pæturs, kapittul 3
Spottarar nokta afturkomu Krists; men eins og vatnflóðin kom, skal Harrin koma og heimurin ganga undir
v1 Hetta er nú annað brævið, sum eg skrivi til tykkara, elskaðu tit, og í teimum báðum havi eg við áminning roynt at vekja tykkara reina hug v2 til at minnast tey orðini, sum áður eru talað av hinum heilagu profetunum, og tað boðið frá harranum og frelsaranum, sum ápostlar tykkara hava boðað; v3 og hetta skulu tit tá fyrst vita, at í teimum døgunum skulu koma spottarar við spotti, sum ganga eftir sínum egnu lystum v4 og siga: «Hvat verður úr fyrijáttanini um komu hansara? Tí at frá tí fedrarnir sovnaðu burtur, stendur alt við sama lag sum frá upphavi veraldarinnar.» v5 Tí at við vilja gloyma teir tað, at himnar vóru til í forðum og ein jørð, sum var komin av vatni og upp úr vatni fyri Guðs orði, v6 og fyri tí gekk eisini tann heimur, sum tá var, undir í vatnflóðini. v7 Men teir himnar, sum nú eru, og jørðin verða fyri hesum sama orði goymd til eldin og verða hildin uppi inntil tann dag, tá ið gudleys menniskju skulu verða dømd og týnd. v8 Men hetta eina mega tit ikki gloyma, elskaðu tit, at ein dagur er hjá Harranum sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. v9 Ikki drálar Harrin við fyrijáttanini, soleiðis sum summir halda tað fyri eina drálan; men heldur er hann langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. v10 Men Harrans dagur skal koma eins og tjóvur; og tá skulu himnarnir ganga undir við miklum duni, og eldur skal koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin og øll tey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp.
Áminning um heilaga atferð og um at vara seg fyri falslærarum, sum reingja brøv Paulusar
v11 Tá ið nú alt hetta verður skilt sundur, hvør eiga tit ikki tá at hava eina heilaga atferð og gudsótta, v12 meðan tit vænta og skunda undir, at Guðs dagur skal koma, sum skal gera, at himnarnir skiljast sundur í eldi, og eldur kemur í frumevnini, so at tey bráðna. v13 Men vit vænta eftir fyrijáttan hansara nýggjar himnar og eina nýggja jørð, har sum rættvísi býr. v14 Við tað at tit nú vænta hetta, elskaðu tit, tá leggið tykkum eina við, at tit mega verða funnir lýtaleysir og óspiltir frammi fyri honum í friði, v15 og haldið langmóð várs harra fyri frelsu; soleiðis sum eisini Paulus, okkara elskaði bróðir, hevur skrivað til tykkara eftir tí vísdómi, sum honum er givin, v16 líkasum hann eisini ger í øllum brævum sínum, tá ið hann í teimum talar um hesar lutir; í teimum er sumt torskilið, sum ókønir og støðuleysir brongla, soleiðis sum teir eisini gera við aðrar skriftir sær sjálvum til undirgangs. v17 Tá ið tit nú, elskaðu tit, vita hetta frammanundan, tá varið tykkum fyri, at tit ikki skulu verða drignir við av hinum óryggjuligu í teirra villu og falla frá tykkara egnu føstu støðu; v18 men vaksið í náði og kunnskapi várs harra og frelsara Jesu Krists. Honum veri dýrdin bæði nú og til ævigar tíðir! Amen.