Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 1
Jóhannes er eygnavitni um Jesus sum lívsins orð, hann skrivar, til tess at gleðin skal taka til
v1 Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; – v2 og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum; – v3 tað, sum vit hava sæð og hoyrt, boða vit eisini tykkum, fyri at eisini tit mega hava samfelag við okkum; men samfelag okkara er við faðirin og við son hansara Jesus Krist. v4 Og hetta skriva vit til tykkara, fyri at gleði tykkara má verða fullkomin.
At ganga í ljósinum, at játta syndir sínar. Jesu blóð reinsar frá synd
v5 Og hetta er tann boðskapur, sum vit hava hoyrt av honum og boða tykkum, at Guð er ljós og at myrkur als ikki er í honum. v6 Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. v7 Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. v8 Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. v9 Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. v10 Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum.