Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 4
Áminning um at royna andarnar
v1 Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin. v2 Av hesum kenna tit Guðs anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði. v3 Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum. v4 Børn míni, tit eru av Guði og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum. v5 Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum og heimurin hoyrir teir. v6 Vit eru av Guði; tann, sum kennir Guð, hoyrir okkum; tann, sum ikki er av Guði, hoyrir okkum ikki. Av hesum kenna vit sannleikans anda og villunnar anda.
At elska hvør annan; kærleikin er av Guði
v7 Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð. v8 Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki. v9 Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. v10 Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. v11 Elskaðu tit, hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan. v12 Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; um vit elska hvør annan, tá verður Guð verandi í okkum, og kærleiki hansara er fullkomin í okkum. v13 Av hesum kenna vit, at vit verða verandi í honum og hann í okkum, at hann hevur givið okkum av sínum anda. v14 Og vit hava sæð og vit vitna, at faðirin hevur sent sonin til at vera frelsari heimsins. v15 Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og hann í Guði. v16 Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara. Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum. v17 Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava frímóð á dómadegi; tí at, eins og hann er, soleiðis eru eisini vit í hesum heimi. v18 Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum. v19 Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. v20 Um einhvør sigur: <<Eg elski Guð,>> og hann hatar bróður sín, hann er lygnari; tí at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum hann ikki hevur sæð? v21 Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín.