Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 5
Trúgvin vinnur sigur
v1 Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Guði; og hvør tann, sum elskar faðirin, elskar eisini tann, sum er føddur av honum. v2 Av hesum kenna vit, at vit elska Guðs børn, tá ið vit elska Guð og halda okkum eftir boði hansara. v3 Tí at hetta er kærleikin til Guðs, at vit halda boð hansara; og boð hansara eru ikki tung; v4 Tí at alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum; og hetta er tann sigur, sum hevur vunnið á heiminum, trúgv okkara. v5 Hvør er tann, sum vinnur sigur á heiminum, uttan tann, sum trýr, at Jesus er Guðs sonur.
Guðs vitnisburður um son sín
v6 Hann er tann, sum er komin við vatni og blóði, Jesus Kristus; ikki við vatninum eina, men við vatninum og við blóðinum. Og andin er tann, sum vitnar, tí at andin er sannleikin. v7 Tí at trý eru tey, sum vitna: v8 Andin og vatnið og blóðið, og hesi trý eru sameind til eitt. v9 Um vit taka ímót manna vitnisburði, tá er Guðs vitnisburður størri; tí at hetta er Guðs vitnisburður, at hann hevur vitnað um son sín. v10 Tann, sum trýr á Guðs son, hevur vitnisburðin í sær sjálvum; tann, sum ikki trýr Guði, hevur gjørt hann til lygnara, tí at hann ikki hevur trúð á tann vitnisburð, sum Guð hevur vitnað um son sín. v11 Og hetta er vitnisburðurin, at Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. v12 Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guðs son, hevur ikki lívið.
Bøn og forbøn
v13 Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guðs sonar. v14 Og hetta er tað treystið, sum vit hava til hansara, at um vit biðja um okkurt eftir vilja hansara, tá hoyrir hann okkum. v15 Og um vit vita, at hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at okkum eru veittar tær bønir, sum vit hava biðið hann um. v16 Um einhvør sær bróður sín gera synd, sum ikki er til deyða, tá skal hann biðja, og hann skal geva honum lív, tað vil siga teimum, sum ikki synda til deyða. Til er synd til deyða; fyri henni sigi eg ikki, at hann skal biðja. v17 Øll órættvísi er synd; men til er synd, sum ikki er til deyða.
Samfelag við Guð og avnoktan av synd
v18 Vit vita, at hvør tann, sum er føddur av Guði, syndar ikki; men tann, sum er føddur av Guði, varðar heldur seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki. v19 Vit vita, at vit eru av Guði, og allur heimurin liggur í hinum illa. v20 Men vit vita, at Guðs sonur er komin og hevur givið okkum skyn, so at vit kunnu kenna hin sanna; og vit eru í hinum sanna, í syni hansara, Jesusi Kristi. Hesin er hin sanni Guð og ævigt lív. v21 Børn míni, varið tykkum fyri avgudunum!