Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 1
Inngangur
v1 Opinbering Jesu Krists, sum Guð gav honum, til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt fer at henda. Og hann sendi boð við eingli sínum og sýndi tað í teknum fyri Jóhannesi, tænara sínum, v2 sum hevur vitnað um Guðs orð og um vitnisburð Jesu Krists, alt tað sum hann sá. v3 Sælur er tann, sum lesur, og teir, sum hoyra orð profetadómsins og varðveita tað, sum skrivað er í honum, tí at tíðin er í nánd.
Heilsan
v4 Jóhannes til hini sjey kirkjuliðini, sum eru í Ásiu: Náði veri við tykkum og friður frá honum, sum er, og sum var og sum kemur, og frá hinum sjey andunum, sum eru framman fyri hásæti hansara, v5 og frá Jesusi Kristi, honum, sum er hitt trúgva vitnið, honum, sum er hin frumgitni av teimum deyðu, og honum, sum er høvdingi yvir kongum jarðarinnar; honum, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum, v6 og gjørdi okkum til kongaríki og til prestar hjá Guði og faðir sínum. Honum veri dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir! Amen.
Kristus kemur
v7 Sí, hann kemur í skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann, og eisini teir, sum stungu hann, og allar ættargreinir á jørðini skulu gráta so sáran uppi yvir honum. Ja, Amen. v8 Eg eri Alfa og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi.
Jóhannes undir andans mátti og fær boð um at skriva
v9 Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir. v10 Eg varð burtur ryktur í andanum Harrans dag, og eg hoyrdi aftan fyri meg hart mál, sum var tað frá einum lúðri, v11 sum segði: «Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað hinum sjey kirkjuliðunum, til Efesus, og til Smýrnu, og til Pergamos, og til Týatíru, og til Sardes, og til Filadelfiu og til Laodikeu. v12 Og eg vendi mær við til at síggja, hvat tað var fyri mál, sum talaði við meg; og tá ið eg vendi mær við, sá eg sjey gullljósastakar, v13 og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna; v14 men høvur hansara og hár var hvítt, som hvít ull, sum mjøll; og eygu hansara sum eldslogi; v15 og føtur hansara líktust skínandi málmi, sum verður gløddur í ovni, og rødd hansara var sum ljóð av mongum vøtnum. v16 Og hann hevði í høgru hond síni sjey stjørnur, og úr munni hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón hansara var sum sólin, tá ið hon skínur í magni sínum. v17 Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði: v18 «Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar. v19 Skriva nú tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal eftir hetta, v20 loyndardómin um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond míni, og hinar sjey gullljósastakarnar. Tær sjey stjørnurnar eru einglar hjá hinum sjey kirkjuliðunum, og teir sjey ljósastakarnir eru sjey kirkjulið.»