Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 10
Eingilin við lítlu bókini
v1 Og eg sá annan veldigan eingil stíga oman av himni, sveipaðan í skýggi, og ælabogin var yvir høvdi hansara, og ásjón hansara var sum sólin, og føtur hansara sum eldstólpar. v2 Og hann hevði í hondini lítla, opna bók; og við høgra fóti stóð hann á havinum, og við vinstra fóti á jørðini. v3 Og hann rópaði við harðari rødd, sum tá ið leyva ýlir. Og tá ið hann hevði rópað, talaðu hinar sjey torurnar við røddum sínum. v4 Og tá ið hinar sjey torurnar høvdu talað, ætlaði eg at fara at skriva, og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: «Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, og skriva tað ikki upp!»
Eingilin svør, at loyndardómur Guðs skal verða fullførdur
v5 Og eingilin, sum eg sá standa á havinum og á jørðini, lyfti upp síni høgru hond til himmalin, v6 og svór við tann, sum livir um aldur og allar ævir, hann sum skapaði himmalin og tað, sum í honum er, og jørðina og tað, sum á henni er, og havið og tað, sum í tí er, at tað ikki longur skal verða nøkur tíð, v7 men í teimum døgum, tá ið rødd sjeynda eingilsins skal hoyrast, tá ið hann fer at básúna, tá skal eisini loyndardómur Guðs verða fullførdur, soleiðis sum hann hevur boðað tænarum sínum, profetunum, gleðiboðskapin um.
Jóhannes skal eta bókina
v8 Og røddin, sum eg hoyrdi av himni, talaði aftur við meg og segði: «Far og tak ta lítlu, opnu bókina í hond eingilsins, sum stendur á havinum og á jørðini!» v9 Og eg fór til eingilin og segði við hann at geva mær lítlu bókina, og hann sigur við meg: «Tak hana og et hana alla sum hon er, og hon skal svíða í búki tínum, men í munni tínum skal hon vera søt sum hunangur!» v10 Og eg tók lítlu bókina úr hond eingilsins, og át hana upp, og hon var í munni mínum søt sum hunangur, og tá ið eg hevði etið hana, kendi eg sviða í búki mínum. v11 Og teir siga við meg: «Tú eigur aftur at profetera um mangar tjóðir og fólkasløg og tungumál og kongar.»