Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 16
Guðs sjey vreiðiskálir
v1 Og eg hoyrdi harða rødd frá templinum siga við hinar sjey einglarnar: «Farið og hellið Guðs vreiði sjey skálir út yvir jørðina!» v2 Og hin fyrsti fór og helti skál sína á jørðina; og tað komu frekir og ringir sullir á teir menn, sum høvdu merki djórsins og tilbóðu mynd tess. v3 Og hin annar helti skál sína í havið, og tað varð blóð, sum blóð av deyðum manni, og ein og hvør livandi sál doyði, sum í havinum var. v4 Og hin triði helti skál sína í áirnar og vatnskeldurnar, og tað varð blóð. v5 Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: «Rættvísur ert tú, tú sum ert, og tú sum vart, tú hin heilagi, tí at tú hevur dømt soleiðis: v6 tí at blóð av heilagum og profetum hava teir helt út, og tú hevur givið teimum blóð at drekka; teir eru tess verdir.» v7 Og eg hoyrdi altarið siga: «Ja, Harrin Guð, tú alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar tínir.» v8 Og hin fjórði helti skál sína á sólina, og honum varð givið vald til at brenna menniskjuni í eldi. v9 Og menniskjuni vórðu brend í stórum hita, og tey spottaðu navn Guðs, sum hevur valdið yvir hesum plágum; og tey vendu ikki um, so at tey góvu honum æru. v10 Og hin fimti helti skál sína á hásæti djórsins; og tess kongaríki myrknaði, og tey bitu seg í tungurnar av pínslu, v11 og tey spottaðu Guð himmalsins fyri pínslur sínar og fyri sullir sínar, og tey vendu ikki um frá gerningum sínum. v12 Og hin sætti helti skál sína í ánna miklu, Evfrat; og vatnið í henni tornaði upp, fyri at vegur skuldi verða greiddur fyri kongunum, sum koma frá sólarrenningini. v13 Og eg sá koma út úr munni drekans og út úr munni djórsins og út úr munni svikaprofetsins tríggjar óreinar andar, eins og paddur; v14 tí at teir eru djevlaandar, sum gera tekin, og teir fara út til kongarnar í øllum mannaheiminum til at savna teir saman til bardagan á hinum mikla degi Guðs hins alvalda. v15 Sí, eg komi eins og tjóvur; sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni, so at hann ikki skal ganga nakin, og tey skulu síggja skomm hansara! – v16 Og teir savnaðu teir saman á tann staðin, sum á hebráiskum kallast Harmageddon. v17 Og hin sjeyndi helti skál sína í luftina, og hørð rødd kom út úr templinum, frá hásætinum og segði: «Tað er gjørt!» v18 Og tað komu snarljós og røddir og torusláttir, og tað kom mikil landskjálvti, slíkur sum ikki hevur verið, frá tí maður varð til á jørðini, tílíkur landskjálvti, so mikil. v19 Og staðurin mikli fór í tríggjar lutir, og staðirnir hjá fólkasløgunum fullu. Og minst varð til Bábylon hina miklu hjá Guði at geva henni bikarið við grimdarvreiði-víni sínum. v20 Og hvør ein oyggj hvarv, og fjøll vóru ikki longur til. v21 Og stórur heglingur, sum sentnaratungur, fell niður av himni á menniskjuna, og menniskjan spottaði Guð fyri heglingspláguna, tí at ógvuliga stór var plágan av honum.