Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 17
Skøkjan á skarlaksreyðum djóri
v1 Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, kom og talaði við meg og segði: «Kom higar, og eg skal sýna tær dómin yvir hina stóru skøkjuna, sum situr yvir mongum vøtnum, v2 sum kongar jarðarinnar hava horast við, og teir, sum á jørðini búgva, vórðu druknir av hordómsvíni hennara.» v3 Og hann førdi meg í anda út í oyðimørk, og eg sá kvinnu sita á skarlaksreyðum djóri, alsettum við spottanar-nøvnum, tað hevði sjey høvd og tíggju horn. v4 Og kvinnan var klædd í purpuri og skarlaki og var skrýdd við gulli og gimsteinum og perlum; hon hevði í hondini gullbikar, fult av andstygdum og óreinskum hordóms hennara. v5 Og á enni hennara var skrivað navn, ein loyndardómur: «Bábylon hin mikla, móðir at skøkjum og andstygdum á jørðini.» v6 Og eg sá kvinnuna drukna av blóði teirra heilagu og av blóði Jesu vitna, og eg undraðist stórliga, tá ið eg sá hana.
Loyndardómurin við kvinnuni og djórinum
v7 Og eingilin segði við meg: «Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndardómin við kvinnuni og við djórinum, sum hana ber og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini: v8 Djórið, sum tú sást, var og er ikki, og tað skal stíga upp úr avgrundini og fara burtur til glatanar; og teir, sum á jørðini búgva, sum ikki hava nøvn síni skrivað í lívsins bók, frá tí at heimurin varð grundaður, skulu undrast, tá ið teir síggja djórið, at tað var, og er ikki, og skal koma. v9 Her ræður um skynsemi, sum hevur vísdóm. Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á; v10 og tey eru sjey kongar. Fimm eru falnir, ein er nú uppi, hin er enn ikki komin; og tá ið hann kemur, eigur hann at halda stutt við. v11 Og djórið, sum var og er ikki, er bæði sjálvt hin áttandi og er av teimum sjey og fer burtur til glatanar. v12 Og hini tíggju hornini, sum tú sást, eru tíggju kongar, sum enn ikki hava tikið við kongadømi; men teir fáa vald sum kongar ein tíma saman við djórinum. v13 Hesir hava allir eitt í huga, og mátt sín og vald sítt geva teir djórinum. v14 Hesir skulu stríða móti lambinum, og lambið skal vinna á teimum, – tí at tað er drottur drotta og kongur konga – og teir, sum eru við tí, hinir kallaðu og útvaldu og trúgvu.» v15 Og hann sigur við meg: «Vøtnini, sum tú sást, har sum skøkjan situr, eru tjóðir og flokkar og fólkasløg og tungumál. v16 Og hini tíggju hornini, sum tú sást, og djórið, hesi skulu hata skøkjuna og gera hana oydna og nakna og eta kjøt hennara, og tey skulu brenna hana í eldi. v17 Tí at Guð hevur givið teimum í hjarta at fullføra ráð sítt og fullføra hitt eina og sama ráðið og geva djórinum ríki teirra, inntil orð Guðs eru framd. v18 Og kvinnan, sum tú sást, er hin mikli staðurin, sum hevur kongavald yvir kongum jarðarinnar.»