Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Jóhannesar opinbering, kapittul 19
Halleluja hitt mikla til Bábelborgar fall og lambsins brúdleyp
v1 Eftir hetta hoyrdi eg sum harða rødd av stórum skara á himni, og teir søgdu: «Halleluja! Frelsan og dýrdin og mátturin er Guðs várs! v2 Tí at sannir og rættvísir eru dómar hansara, tí at hann hevur dømt hina stóru skøkjuna, hana sum spilti jørðina við hordómi sínum, og hann hevur tikið hevnd yvir blóð tænara sína av hennara hond!» v3 Og uppaftur søgdu teir: «Halleluja!» Og roykurin stendur upp av henni um aldur og allar ævir. v4 Og hinir fýra og tjúgu elstu og hinar fýra verurnar fullu niður og tilbóðu Guð, sum í hásætinum situr, og søgdu: «Amen! Halleluja!» v5 Og rødd gekk út frá hásætinum og segði: «Lovsyngið Guði várum allir tænarar hansara, tit sum óttast hann, smáir og stórir!» v6 Og eg hoyrdi rødd sum av stórum skara, og sum ljóð av mongum vøtnum og sum dun av hørðum torusláttum, sum søgdu: «Halleluja! tí at Harrin Guð vár, hin alvaldi, hevur tikið við kongadøminum! v7 Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til! v8 Og henni er givið at lata seg í dýrt, skínandi reint lín, tí at hitt dýra línið er rættferðarverk teirra heilagu.» v9 Og hann sigur við meg: «Skriva: Sælir eru teir, sum bodnir eru til brúdleypskvøldmáltíð lambsins!» Og hann sigur við meg: «Hetta eru hini sonnu orð Guðs!» v10 Og eg fell niður fyri føtur hansara til at tilbiðja hann, og hann sigur við meg: «Ger tað ikki! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, sum hava vitnisburð Jesu. Tilbið Guð! Tí at vitnisburður Jesu er andi profetadómsins.»
Sigursferð Krists
v11 Og eg sá himmalin opnaðan, og sí: hvítur hestur. Og tann, sum á honum sat, eitur «trúgvur og sannorðaður», og hann dømir og stríðir við rættvísi. v12 Men eygu hansara eru eldslogi, og á høvdi hansara eru mangar krúnur; og hann hevur navn skrivað, sum eingin kennir, uttan hann sjálvur. v13 Og hann er klæddur í skikkju, droypt í blóði, og navn hansara kallast: Guðs orð. v14 Og herliðini á himni fylgdu honum á hvítum hestum, klædd í dýrum, hvítum og reinum líni. v15 Og úr munni hansara gongur út hvast svørð, fyri at hann skal sláa fólkasløgini við tí, og hann stýrir teimum við jarnstavi, og hann treður vínpersu grimdarvreiði Guðs, hins alvalda. v16 Og á skikkju síni og á lend síni hevur hann navn skrivað: «Kongur konga og drottur drotta.» v17 Og eg sá ein eingil, sum stóð í sólini, og hann rópaði við harðari reyst og segði við allar fuglarnar, sum flugu uppi undir miðhimninum: «Komið, savnið tykkum saman til hina stóru kvøldmáltíð Guðs, v18 til at eta kjøt av kongum og kjøt av herhøvdingum og kjøt av kappum og kjøt av hestum og av teimum, sum á teimum sita, og kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!» v19 Og eg sá djórið og kongar jarðarinnar og herlið teirra savnað saman til at føra kríggj móti honum, sum á hestinum sat, og móti herliði hansara. v20 Og djórið varð tikið, og saman við tí svikaprofeturin, sum gjørt hevði tekinini fyri eygunum á tí, sum hann hevði villleitt teir við, sum høvdu tikið við merki djórsins, og teir, sum høvdu tilbiðið mynd tess. Tey bæði vórðu kastað livandi í eldsjógvin, sum logar av svávuli. v21 Og hinir vórðu dripnir við svørði hansara, sum á hestinum sat, tí svørðinum, sum gekk út úr munni hansara; og allir fuglarnir mettaðust av ræum teirra.