Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 20
Túsundáraríkið
v1 Og eg sá eingil stíga niður av himni, og hann hevði lykil avgrundarinnar og stóra leinkju í hondini. v2 Og hann tók drekan, hin gamla ormin sum er djevulin og Sátan, og bant hann fyri túsund ár, v3 og kastaði hann í avgrundina og læsti fyri honum og setti innsigli yvir honum, so at hann ikki longur skuldi villleiða fólkasløgini, inntil hini túsund árini vóru liðin. Eftir tað eigur hann at verða loystur eina stutta tíð. v4 Og eg sá hásæti, og menn settust í tey, og dómsvald varð teimum givið; og eg sá sálir teirra, sum hálshøgdir høvdu verið fyri Jesu vitnisburðar skuld og fyri Guðs orðs skuld, og teir, sum ikki høvdu tilbiðið djórið ella mynd tess, og ikki høvdu tikið merkið á enni sítt og á hond sína; og teir livdu og ráddu saman við Kristi túsund ár. v5 Men aðrir deyðir livnaðu ikki uppaftur, fyrr enn hini túsund árini vóru liðin. Hetta er fyrra uppreisnin. v6 Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini; yvir teimum hevur hin annar deyðin ikki vald, men teir skulu vera prestar Guðs og Krists, og teir skulu ráða saman við honum túsund ár.
Síðsti bardagi djevulsins
v7 Og tá ið hesi túsund árini eru liðin, skal Sátan verða loystur úr fongsli sínum. v8 Og hann skal ganga út til at villa fólkasløgini, tey sum eru á hinum fýra hornunum á jørðini, Gog og Mágog, og savna tey saman til bardaga, og talið á teimum er sum havsins sandur. v9 Og teir hildu niðan á jarðarinnar víða vøll og kringsettu herbúðir teirra heilagu og staðin hin elskaða. Og eldur fell niður av himni og oyddi teir. v10 Og djevulin, sum vilti teir, varð kastaður í eld- og svávulsjógvin, har sum bæði djórið og svikaprofeturin vóru; og tey skulu verða pínd dag og nátt um aldur og allar ævir.
Dómurin mikli
v11 Og eg sá stórt, hvítt hásæti og tann, sum í tí sat; fyri ásjón hansara hvarv jørðin og himmalin, og staður var ikki at finna fyri teimum. v12 Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. v13 Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. v14 Og deyðin og helheimurin vórðu kastaðir í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin, eldsjógvurin. v15 Og um einhvør ikki fanst skrivaður í lívsins bók, varð hann kastaður í eldsjógvin.