Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Jóhannesar opinbering, kapittul 21
Hin nýggi heimurin
v1 Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. v2 Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. v3 Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: «Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. v4 Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.» v5 Og tann, sum í hásætinum sat, segði: «Sí, eg geri allur lutir nýggjar!» Og hann sigur: «Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.» v6 Og hann segði við meg: «Tað er hent. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki. v7 Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Guð hansara, og hann skal vera sonur mín. v8 Men hinir ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar, lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli, tað er hin annar deyðin.»
Hitt nýggja Jerúsalem
v9 Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, sum vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom til mín og talaði við meg og segði: «Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins!» v10 Og hann flutti meg í anda niðan á stórt og høgt fjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerúsalem, sum steig niður av himni frá Guði, v11 og hevði dýrd Guðs; ljómi hansara var líkur dýrasta steini, sum krystalskærur jaspissteinur. v12 Hann hevði stóran og høgan múr, og hevði tólv portur, og við portrini tólv einglar, og nøvn skrivað á, sum eru nøvnini á hinum tólv ættargreinum Ísraelssona: v13 móti eystri trý portur, og móti norðri trý portur, og móti suðri trý portur, og móti vestri trý portur. v14 Og múrurin um staðin hevði tólv grundarsteinar, og á teimum tólv nøvn teirra tólv ápostla lambsins. v15 Og tann, sum talaði við meg, hevði eitt mát, ein gullstav, til at mála staðin við og portur hansara og múr hansara. v16 Og staðurin liggur í fýrhyrningi, og longdin á honum er javnstór við breiddina. Og hann máldi staðin við stavinum, tólv túsund stádiur; longd og breidd og hædd hansara eru javnar. v17 Og hann máldi múrin um hann, hundrað og fýrati og fýra alin, eftir mannamáti, sum er einglamát. v18 Og tilfarið í múrinum um hann var jaspis, og staðurin var reint gull, sum líknaði skærum glari. v19 Grundarsteinarnir í staðarmúrinum vóru prýddir við alskyns gimsteinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd, v20 fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryll, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametýst. v21 Og hini tólv portrini vóru tólv perlur, og hvørt portrið fyri seg var úr einari perlu; og gøtan í staðinum var reint gull, sum skyggið glar. v22 Og tempul sá eg ikki í honum; tí at Harrin Guð hin alvaldi, er tempul hansara, og lambið. v23 Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. v24 Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. v25 Og portur hansara skulu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har. v26 Og menn skulu bera dýrd og æru fólkaslaganna til hansara. v27 Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.