Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 4
Jóhannes sær Guð sita í hásæti sínum á himni, fýra og tjúgu elstar, fýra livandi verur
v1 Eftir hetta sá eg, og sí, tað vóru opnar dyr á himninum, og hin fyrra røddin, sum eg hevði hoyrt, sum var tað ein lúður, ið talaði við meg, segði: «Stíg upp higar, og eg skal sýna tær tað, sum eigur at henda eftir hetta!» v2 Og í stundini varð eg burtur ryktur í andanum, og sí: Hásæti var reist á himni, og einhvør sat í hásætinum. v3 Og tann, sum har sat, var á at líta líkur jaspissteini og sardissteini, og ælabogi var rundan um hásætið, á at líta líkur smaragdi, v4 og uttan um hásætið vóru fýra og tjúgu hásæti, og í hásætunum sá eg sita fýra og tjúgu elstar, klæddar í hvítum klæðum, og á høvdum sínum høvdu teir gullkrúnur. v5 Og út frá hásætinum gingu ljós og røddir og torusláttir, og sjey eldkyndlar brunnu framman fyri hásætinum, sum eru teir sjey andar Guðs. v6 Og framman fyri hásætinum var sum glarhav, líkt krystalli, og mitt fyri hásætinum og rundan um hásætið vóru fýra livandi verur, alsettar við eygum frammantil og aftantil.
Lovsongur til Guðs
v7 Og fyrsta veran er lík leyvu, og onnur veran er lík oksa, og triðja veran hevur ásjón sum menniskja, og fjórða veran er lík fljúgvandi ørn. v8 Og tær fýra verurnar, hvør ein teirra, høvdu seks veingir, og vóru rundan um og innanvert alsettar við eygum; og uttan upphald, dag og nátt, siga tær: «Heilagur, heilagur, heilagur, Harrin Guð, hin alvaldi, hann, sum var, og sum er, og sum kemur!» v9 Og tá ið verurnar veita honum, sum í hásætinum situr, dýrd og heiður og tøkk, honum sum livir um aldur og allar ævir, v10 tá falla hinir fýra og tjúgu elstu niður fyri honum, sum í hásætinum situr, og tilbiðja hann, sum livir um aldur og allar ævir, og kasta krúnur sínar niður fyri hásætinum og siga: v11 «Verdur ert tú, Harri og Guð okkara, at fáa dýrdina og heiðurin og máttin, tí at tú hevur skapað allar lutir, og fyri vilja tíns skuld vórðu teir til og vórðu skapaðir.»