Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 6
Tey fýra fyrstu innsiglini: fýra hestar
v1 Og eg sá, tá ið lambið læt upp eitt av hinum sjey innsiglunum, og eg hoyrdi eina av hinum fýra verunum siga sum við torurødd: «Kom!» v2 Og eg sá, og sí: Hvítur hestur; og tann, sum á honum sat, hevði boga, og honum varð fingin krúna, og hann fór út sigrandi og fyri at sigra. v3 Og tá ið tað læt upp annað innsiglið, hoyrdi eg aðra veruna siga: «Kom!» v4 Og har kom út annar hestur, reyður, og tí, sum á honum sat, varð tað givið at taka friðin burtur av jørðini, og at teir skuldu drepa hvør annan; og honum varð fingið stórt svørð. v5 Og tá ið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: «Kom!» Og eg sá, og sí: Svartur hestur; og tann, sum á honum sat, hevði vekt í hondini á sær; v6 og eg hoyrdi sum eina rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar, sum segði: «Eitt mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!» v7 Og tá ið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg røddina á fjórðu veruni, sum segði: «Kom!» v8 Og eg sá, og sí: «Bleikgulur hestur; og tann, sum á honum sat, navn hansara var deyði, og hel var í fylgi við honum; og teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini, til at drepa við svørði og við hungri og við sótt og lata fólk umkomast av villdjórum á jørðini.
Fimta innsiglið: sálir pínsluváttanna
v9 Og tá ið tað læt upp fimta innsiglið, sá eg undir altarinum sálir teirra, sum høvdu verið dripnir fyri Guðs orðs sakir og fyri vitnisburðarins sakir, sum teir høvdu. v10 Og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Hvussu leingi, Harri, tú heilagi og sannorðaði, ætlar tú at bíða við at døma og at hevna blóð okkara á teir, sum á jørðini búgva?» v11 Og teimum vórðu fingin, einum og hvørjum, long hvít klæði, og sagt varð við teir, at teir skuldu hvílast enn eina stutta tíð, inntil eisini samtænarar teirra og brøður teirra, sum skuldu verða dripnir eins og teir sjálvir, fyltu talið.
Sætta innsiglið: skaking heimsins og óttin á heimsins børnum
v12 Og eg sá, tá ið tað læt upp sætta innsiglið, og har varð mikil landskjálvti, og sólin varð svørt sum hársekkur, og mánin varð allur sum blóð. v13 Og stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og fikutræ, sum er skakað av hørðum stormi, kastar sínar óstadnu fikur niður. v14 Og himmalin hvarv burtur eins og bók, sum rullað verður saman, og hvørt fjall og hvør oyggj varð flutt burtur úr staði sínum. v15 Og kongarnir á jørðini og stórmenninir og herhøvdingarnir og ríkmenninir og maktamenninir og hvør trælur og hvør frælsur maður fjaldu seg í hellum og í fjallahomrum. v16 Og teir siga við fjøllini og hamrarnar: «Fallið yvir okkum og fjalið okkum fyri ásjón hansara, sum í hásætinum situr, og fyri vreiði lambsins; v17 tí at komin er dagurin, hin stóri dagur vreiði teirra, og hvør er førur at standast?»