Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Jóhannesar opinbering, kapittul 7
Guðs tænarar verða innsiglaðir
v1 Eftir hetta sá eg fýra einglar, sum stóðu á hinum fýra hornunum á jørðini; teir hildu hinum fýra vindunum á jørðini, fyri at eingin vindur skuldi blása yvir jørðina, heldur ikki yvir havið, heldur ikki yvir nakað træ. v2 Og eg sá annan eingil stíga upp frá sólarrenningini, og hann helt á innsigli hins livandi Guðs, og hann rópaði við harðari reyst til hinar fýra einglarnar, sum givið var at granda jørðini og havinum, v3 og segði: «Grandið ikki jørðini, heldur ikki havinum, heldur ikki trøunum, áðrenn vit hava innsiglað tænarar Guðs várs á ennum teirra!» v4 Og eg hoyrdi talið á hinum innsiglaðu, hundrað og fýrati og fýra túsund vórðu innsiglaðir av øllum ættargreinum Ísraelssona: v5 Av Júda ættargrein vórðu tólv túsund innsiglaðir; av Rubens ættargrein tólv túsund; av Gáds ættargrein tólv túsund; v6 av Assers ættargrein tólv túsund; av Naftalis ættargrein tólv túsund; av Manasse ættargrein tólv túsund; v7 av Símeons ættargrein tólv túsund; av Levi ættargrein tólv túsund; av Issakars ættargrein tólv túsund; v8 av Sebulons ættargrein tólv túsund; av Jósefs ættargrein tólv túsund, av Benjamins ættargrein tólv túsund innsiglaðir.
Hitt hvíta liðið
v9 Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; v10 og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: «Frelsan hoyrir Guði várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum.» v11 Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Guð v12 og søgdu: «Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Guði várum um aldur og allar ævir! Amen.» v13 Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: «Hesir, sum skrýddir eru í teimum longu hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?» v14 Og eg segði við hann: «Harri mín, tú veitst tað.» Og hann segði við meg: «Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. v15 Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guðs og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. v16 Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti; v17 tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð skal turka hvørt tár av eygum teirra.»