Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jóhannesar opinbering, kapittul 8
Sjeynda innsiglið
v1 Og tá ið tað læt upp hitt sjeynda innsiglið, varð tøgn á himni okkurt um hálvan tíma.
Sjey einglar við sjey lúðrum; roykilsi verður ofrað; torusláttur og landskjálvti
v2 Og eg sá hinar sjey einglarnar, sum standa fyri ásjón Guðs, og teimum vórðu fingnar sjey básúnur. v3 Og annar eingil kom og fór at standa við altarið; hann helt á roykilsiskeri av gulli, og honum varð fingið nógv roykilsi, fyri at hann skuldi leggja tað aftur at bønunum frá øllum hinum heilagu á gullaltarið framman fyri hásætinum. v4 Og roykurin av roykilsinum steig upp við bønunum frá hinum heilagu úr hond eingilsins fyri ásjón Guðs. v5 Og eingilin tók roykilsiskerið og fylti tað við eldi av altarinum og kastaði tað oman á jørðina; og tað komu torusláttir og røddir og snarljós og landskjálvti.
Blást verður í teir fýra fyrstu lúðrarnar
v6 Og hinir sjey einglarnir, sum hildu á hinum sjey básúnunum, búgvaðust til at blása. v7 Og hin fyrsti eingilin básúnaði, og tá kom heglingur og eldur, blandað við blóði, og tað varð kastað oman á jørðina; og triðingurin av jørðini brendist, og triðingurin av trøunum brendist, og alt grønt gras brendist. v8 Og annar eingilin básúnaði, og tað var, sum stórt fjall, logandi av eldi, varð kastað í havið; og triðingurin av havinum varð blóð. v9 Og triðingurin doyði av skapningunum í havinum, sum lív var í; og triðingurin av skipunum fórst. v10 Og triði eingilin básúnaði, og niður av himni fall stór stjørna, logandi sum kyndil, og hon fall niður á triðingin av áunum og á vatnskeldurnar. v11 Og navnið á stjørnuni kallast malurt, og triðingurin av vøtnunum varð malurt, og mangir menn doyðu av vøtnunum, tí at tey vóru vorðin beisk. v12 Og fjórði eingilin básúnaði, og triðingurin av sólini varð raktur og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrktur, og dagurin misti triðingin av ljósi sínum, og náttin somuleiðis. v13 Og eg sá og eg hoyrdi ørn fljúgva uppi undir miðhimninum og siga við harðari reyst: «Vei, vei, vei teimum, sum á jørðini búgva, fyri básúnurøddirnar, sum eftir eru, frá hinum trimum einglunum, sum eiga at básúna!»