Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 10
Sámuel salvar Sául til kongs
v1 Tá tók Sámuel oljukrukku og helti út yvir høvur hansara og kysti hann og mælti: «Nú hevur Harrin salvað teg til høvdinga yvir fólki sínum Ísrael; tú skalt ráða yvir fólki Harrans og bjarga teimum úr hondum fígginda teirra. Og hetta man vera tær tekinið, at Harrin hevur salvað teg til høvdinga yvir arvi sínum: v2 Tá ið tú í dag fert frá mær, manst tú hitta tveir menn við leiði Rakular á Benjamins markaskili í Zelza, og teir munnu siga við teg: «Øsnurnar, ið tú fórt út at leita eftir, eru afturkomnar; um tær hugsar faðir tín ikki meira; men hann er farin at órógvast um tykkum og at siga: Hvat kann eg gera viðvíkjandi syni mínum?» v3 Og tá ið tú heldur áfram haðan og kemur at Táboreikini, hittir tú tríggjar menn, ið eru á ferð niðan til Guðs í Betel; ein teirra ber trý geitarlomb; ein ber tríggjar flatdrýlar, og triði ber prillu við víni. v4 Teir fara at heilsa tær og geva tær tveir drýlarnar; teimum skalt tú taka við. v5 Síðan kemur tú til Guðs Gibeu, har jallur Filista býr; og tá ið tú nærkast bygdini, kemur tú fram á flokk av profetum á ferð niður av offurheygnum við saltri og glymskálum, ljóðpípu og sittara og eru í profetiskum gudmóði. v6 Tá man andi Harrans koma yvir teg, so at tú saman við teimum kemur í profetiskan gudmóð og verður annar maður. v7 Og tá ið tú sært hesi tekin verða tær fyri, tá ger alt, sum tær hóvar, tí at Guð er við tær. v8 Og tú skalt fara undan mær til Gilgals, og síðan komi eg oman til tín til tess at bera fram brennioffur og takkaroffur; í sjey dagar skalt tú bíða eftir mær; tá man eg kunngera tær, hvat tú eigur at gera.»
Sául millum profetanna
v9 Men tá ið hann nú snúði sær á og fór frá Sámueli, broytti Guð hjarta hansara, og øll hesi tekin gingu út henda sama dag. v10 Tá ið teir komu til Gibeu, kom flokkur av profetum ímóti honum; og andi Guðs kom yvir hann, og hann kom í profetiskan gudmóð teirra millum. v11 Og tá ið øll tey, ið áður høvdu kent hann, sóu, at hann var í profetiskum gudmóði saman við profetunum, søgdu teir hvør við annan: «Hvat er hetta, sum er hent syni Kisj? Er eisini Sául millum profeta?» v12 Og maður haðan tók til orða og mælti: «Hvør man vera faðir teirra?» Av hesum komst hetta orðafelli: Er Sául eisini millum profeta?
Heimkoma Sáuls
v13 Men tá ið profetiski gudmóðurin var av honum runnin, kom hann til Gibeu. v14 Og faðirbróðir Sáuls segði við hann og svein hansara: «Hvar fóru tit?» Hann svaraði: «At leita eftir øsnunum; og tá ið vit ongastaðni sóu tær, fóru vit til Sámuels.» v15 Og faðirbróðir Sáuls segði: «Sig mær, hvat Sámuel segði við tykkum.» v16 Sául svaraði faðirbróður sínum: «Hann segði okkum, at øsnurnar vóru afturkomnar.» Men tí, sum Sámuel hevði mælt um kongsdømið, segði hann honum einki frá.
Sául valdur kongur við lutakasti
v17 Tá stevndi Sámuel allari tjóðini til Harrans í Mizpa v18 og segði við Ísraelsmenn: «Svá sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg havi leitt Ísrael út úr Egyptalandi og bjargað tykkum undan valdi Egypta og undan valdi alra teirra kongaríkja, ið kúgaðu tykkum. v19 Men nú havna tit Guði tykkara, ið tykkum hevur bjargað úr øllum neyðum og trongdum, og tit siga: Nei, set kong at ráða yvir okkum. So gangið nú fram fyri Harran eftir ættum og ættargreinum tykkara.» v20 Síðan læt Sámuel allar Ísraels ættir ganga fram, og lutur fell á Benjamins ætt. v21 Tá læt hann Benjamins ætt ganga fram eftir ættargreinum hennara, og lutur fell á Matris ættargrein; síðan læt hann ættargrein Matris ganga fram mann eftir mann, og lutur fell á Sául, son Kisj. Men tá teir leitaðu eftir honum, var hann ikki at finna. v22 Tá spurdu teir aftur Harran: «Er maðurin komin higar?» Og Harrin svaraði: «Hann krógvar seg í viðførinum.» v23 Teir runnu tá hagar eftir honum, og tá ið hann trein fram fyri fólkið, bar hann høvur yvir allar. v24 Men Sámuel segði við alt fólkið: «Síggja tit hann, ið Harrin hevur kosið? Ikki finst javnlíki hans í allari tjóðini!» Tá hevjaði fólkið alt fagnaðarróp og mælti: «Kongurin livi!» v25 Síðan greindi Sámuel fólkinum frá rættindum kongsdømisins og ritaði tey í bók, sum hann legði frammi fyri Harranum. Tá læt hann alt fólkið fara heim hvør til sín. v26 Og eisini Sául fór heim til sín sjálvs í Gibeu, og við honum fóru reystmenni tey, sum Guð hevði nortið við hjartað á. v27 Men har vóru nakrir dramblátir, ið søgdu: «Hvørja hjálp kann hesin veita okkum?» og teir vanvirdu hann og góvu honum ongar gávur. Men hann lætst ikki um vón.