Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 12
Skilnaðarrøða Sámuels
v1 Tá segði Sámuel við allan Ísrael: «Sí, eg havi lagað meg eftir tykkum í øllum, sum tit hava biðið meg um, og eg havi sett kong yvir tykkum. v2 Og sí, nú gongur kongur tykkara millum; og eg eri vorðin gamal og gráur; men synir mínir eru hjá tykkum. Og eg havi ferðast tykkara millum frá barnaárum og alt at hesum degi. v3 Her standi eg; svarið mær nú fyri Harranum og hinum salvaða hansara: Havi eg frá nøkrum manni tikið oksa hansara ella asna? Havi eg kúgað nakran, ella havi eg framt yvirgangsverk móti nøkrum? Havi eg tikið við mutri av nøkrum og latið eyguni aftur? Um so er, vil eg bøta tað aftur.» v4 Teir svaraðu: «Tú hevur ongan okkara kúgað og ikki framt yvirgangsverk móti nøkrum; og einki hevur tú tikið frá nøkrum.» v5 Tá segði hann við teir: «Harrin og salvaði hansara veri vitni móti tykkum á hesum degi, at tit einki hava funnið í míni hond!» Og teir svaraðu: «Ja, teir skulu vera vitni.»
v6 Síðan segði Sámuel við fólkið: «Harrin veri vitni, hann, ið læt Móses og Áron stíga fram, og sum leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi. v7 Og gangið nú fram, so skal eg døma tykkum fyri ásjón Harrans, og eg skal minna tykkum á allar tær vælgerðir, sum Harrin í miskunn síni hevur sýnt tykkum og fedrum tykkara. v8 Tá ið Jákup og synir hansara vóru komnir til Egyptalands, fóru Egyptar illa við teimum; tá rópaðu fedrar tykkara til Harrans; og Harrin sendi Móses og Áron, ið leiddu fedrar tykkara út úr Egyptalandi og fekk teimum bústað her. v9 Men teir gloymdu Harran, Guð sín; tí gav hann teir upp í hendur Sisera, herhøvdinga hjá Jábin kongi í Házor, og í hendur Filista og í hendur Móabs kongs, so at teir herjaðu á teir. v10 Tá rópaðu teir til Harrans og søgdu: «Vit hava syndað, tí at vit hava givið Harran yvir, og vit hava tænað Báalunum og Ástartunum; men bjarga okkum nú undan valdi fígginda vára, so skulu vit tæna tær.» v11 So sendi Harrin Jerubbáal, Bárak, Jefta og Sámuel og bjargaði tykkum undan valdi fígginda tykkara, sum uttan um tykkum búgva, so at tit fingu búð óttaleysir. v12 Men tá sóu tit Náhasj, kong Ammonita, koma móti tykkum til bardaga, tá søgdu tit við meg: «Nei, kongur skal ráða yvir okkum!» tó at Guð tykkara var kongur yvir tykkum. v13 Og her er nú kongurin, sum tit hava kosið og biðið um; Guð hevur nú skipað kong yvir tykkum. v14 Um tit óttast Harran og tæna honum og lýða rødd hansara og eru ikki boðum Harrans ólýdnir, og um bæði tit og tann kongur, ið settur er yvir tykkum, fylgja Harranum, Guði tykkara, tá man fara at gangast tykkum væl. v15 Men lýða tit ikki rødd Harrans, og eru tit boðum hansara ólýdnir, tá verður hond Harrans móti tykkum og kongi tykkara til tess at týna tykkum. v16 So gangið nú fram og lítið at tí mikla verki, ið Harrin man gera fyri eygum tykkara! v17 Man ikki hveitiskurðartíðin vera komin? Nú ætli eg at biðja Harran senda toruslátt og áarføri, so at tit mega sanna og síggja, hvussu mikla illgerð tit hava gjørt í eygum Harrans, tá tit bóðu um kong!»
v18 Og Sámuel rópaði til Harrans, og Harrin sendi á sama degi toruslátt og áarføri; tá kom yvir alt fólkið mikil ótti fyri Harranum og Sámueli. v19 Tá segði alt fólkið við Sámuel: «Gakk nú fram fyri Harran, Guð tín, í bøn fyri trælir tínar, so at vit ikki doyggja; tí at vit hava lagt aftur at øllum syndum okkara hesa misgerð at biðja um kong.» v20 Og Sámuel svaraði fólkinum: «Óttist ikki! Víst hava tit gjørt alla hesa illgerð; men víkið nú ikki frá Harranum og tænið honum av øllum hjarta tykkara; v21 og eltið ikki hinar fánýtu gudar, ið ikki kunnu hjálpa ella bjarga, av tí at teir eru fáfongd. v22 Tí at vegna mikla navns síns man Harrin ikki reka burtur fólk sítt, av tí at tað hevur toknast honum at gera tykkum til fólk sítt. v23 Og fjar veri mær tann synd móti Harranum, at eg haldi uppat at biðja til Harrans fyri tykkum og beina tykkum inn á hina góðu og rættu leiðina! v24 Óttist einans Harran og tænið honum trúliga av øllum hjarta tykkara; tí síggið, hvussu nógv hann hevur gjørt fyri tykkum! v25 Men fara tit kortini illa at, so skulu tit og kongur tykkara týnast.»