Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 14
Mikli sigur Jónatans av Filistum
(13,23) Tá fór varðlið Filista út og settist í skarðið við Mikmas. v1 Nú bar so á ein dagin, at Jónatan, sonur Sáuls, segði við vápnasvein sín: «Kom tú, vit skulu fara yvir at varðliði Filista, sum er hinumegin!» Men faðir sínum segði hann einki um hetta. v2 Sául sat tá uttanvert við Geba undir granateplatrænum við treskivøllin, og liðið, sum hann hevði hjá sær, var um seks hundrað mans. v3 Áhia, sonur Áhitubs, bróðir Íkabods, Pinehassonar, Elisonar, prests Harrans í Silo, bar akulin; men herurin visti ikki, at Jónatan var farin. v4 Men í klivunum, har Jónatan royndi at koma fram at varðliði Filista, vóru tvær navir, hvør sínumegin; onnur æt Bozez og onnur Sene. v5 Onnur stóð brøtt móti norðri frammanvert við Mikmas og onnur móti suðri uttanvert við Geba. v6 Og Jónatan segði við vápnasvein sín: «Kom, latum okkum fara yvir at varðliðinum hjá hesum óumskornu; kundi borið á, at Harrin veitti okkum onkun dugnað; ikki man tað gera Harranum mun at bjarga, hvørt heldur tað er við fáum ella mongum.» v7 Vápnasveinurin svaraði honum: «Ger, hvat hugur tín stundar á, eg skal fylgja tær; vit munnu vera á einum máli.» v8 Tá segði Jónatan: «Sí, vit fara nú yvir at monnunum og lata teir bera eyga við okkum. v9 Um teir tá rópa á okkum: Verðið standandi, til vit koma yvir til tykkara! tá skulu vit standa stillir, har sum vit eru, og ikki fara yvir til teirra. v10 Men um teir rópa: Komið niðan higar til okkara! tá skulu vit fara; tí at tá hevur Harrin givið teir upp í okkara hendur; hetta man verða okkum tekin.» v11 Síðan lótu teir varðlið Filista bera eyga við seg; og Filistar søgdu: «Sí, har koma nakrir Hebrear út úr hellunum, teir hava krógvað seg í!» v12 Tá rópaðu nakrir úr varðliðinum á Jónatan og vápnasvein hansara: «Komið higar niðan til okkara, so skulu vit siga tykkum eitt!» Tá segði Jónatan við vápnasvein sín: «Kom nú aftan á meg, tí at Harrin hevur givið teir upp í hendur Ísraels.» v13 Tá fór Jónatan klívandi niðan á hondum og fótum og vápnasveinurin aftan á hann; og teir flýddu undan honum; men Jónatan feldi teir, og vápnasveinurin kom aftaná og gav teimum mønustingin. v14 Og Jónatan og vápnasveinur hansara feldu í fyrstu atsókn um tjúgu mans á einum øki, ið tveir oksar pløga hálvan dag. v15 Tá elvdist mikil ræðsla bæði í herbúðunum og kring um í øllum fólkinum; og varðliðið og ránsliðið vórðu eisini illa skelkað; umframt tað tók jørðin at skakast; og soleiðis kom ræðsla frá Guði á tey.
v16 Og tá ið varðmenn Sáuls í Geba í Benjamins landi litu seg um, sí, tá vóru herbúðir allar í hurlivasa. v17 Tá segði Sául við menn sínar: «Kannið liðið og hyggið eftir, hvør av okkara monnum er farin!» Og teir kannaðu liðið, og sí, Jónatan og vápnasveinur hansara vóru ikki har. v18 Tá segði Sául við Áhia: «Kom higar við aklinum!» Tí at hann bar tá akulin frammi fyri Ísrael. v19 Men meðan Sául talaði við prestin, versnaði gangurin í herbúðum Filista, so at Sául beyð prestinum at steðga sær eitt sindur. v20 Og Sául og alt liðið, ið við honum var, savnaðust, og tá ið teir komu í orrustuna, sí, tá brá har hvør brandinum ímóti øðrum, og alt var í eini fløkju. v21 Har vóru eisini Hebrear, ið frammanundan høvdu lútað fyri Filistum og vóru farnir í hernað saman við teimum; teir hálsaðu um og fóru í felag við teir Ísraelsmenn, ið vóru við Sáuli og Jónatani. v22 Og tá ið Ísraelsmenn teir, ið krógvað seg høvdu á Efraims fjøllum, frættu, at Filistar flýddu, hildu teir allir aftan á teir og komu við í orrustuna.
v23 Soleiðis veitti Harrin Ísrael sigur tann dagin.
Jónatan brýtur forboð Sáuls
Men meðan orrustan gekk áfram við Bet-Hóron, v24 – alt liðið, um tíggju túsund mans, var við Sáuli og Jónatani, og orrustan bylgdist um øll Efraims fjøll – tá hevði Sául gjørt tað dáraverk at lata fólkið svørja henda eið: «Bølbiðin verði tann maður, ið bragdar mat, áðrenn komið er at kvøldi, og eg havi hevnt meg á fíggindar mínar!» Tessvegna bragdaði eingin av herliðinum mat. v25 Men nú vóru hunangsbýli har í haganum. v26 Og tá ið liðið kom at hunangsbýlunum, sí, tá vóru býflugurnar útflognar; men eingin av herliðinum tordi at bera hond at munni, av tí at teir óttaðust eiðin. v27 Men Jónatan hevði ikki hoyrt faðir sín taka eið av herliðinum; hann tók tí og rendi píkina á stavinum, hann hevði í hondini, niður í hunangskøku og bar hond sína at munni; tá klárnaðu eygu hansara aftur. v28 Men ein av fólkinum í herliðinum tók til orða og mælti: «Faðir tín tók henda eið av fólkinum: Bølbiðin verði hann, ið bragdar mat í dag! – Hóast tað, at menn vóru lúgvaðir –.» v29 Tá segði Jónatan: «Faðir mín ger illa við landið: Síggið ljóman í eygum mínum bert av tí, at eg bragdaði hetta lítla sindrið av hunangi; v30 og hvussu mikið meira hevði ikki mannfallið verið hjá Filistum, um menn høvdu etið dúgliga av tí herfongi, teir komu fram á og tóku frá fíggindanum!»
v31 Og teir feldu Filistar á tí degi frá Mikmas til Ajjalon; og fólkið var útlúgvað. v32 Tessvegna løgdust teir á herfongin, tóku smalur, neyt og kálvar og svævdu niður á jørðina og ótu kjøtið við blóðinum.
v33 Menn søgdu nú Sáuli frá hesum og mæltu: «Sí, fólkið syndar móti Harranum við at eta kjøtið við blóðinum.» Og hann svaraði: «Tit hava verið ótrúgvir! Rullið mær higar stóran stein!» v34 Tá mælti Sául: «Farið út millum manna og sigið við fólkið: Hvør maður skal koma til mín við neytum og seyði sínum og slátra her og eta; syndið ikki móti Harranum við at eta kjøtið við blóðinum í.» Tá kom hvør maður av fólkinum við tí, sum hann hevði, og slátraði har. v35 Síðan bygdi Sául Harranum altar; tað var tað fyrsta altarið, hann bygdi Harranum.
v36 Og Sául tók til orða: «Vit skulu fara oman aftan á Filistar á nátt og herja teirra millum, til tað lýsir av degi, og ongan teirra lata vera eftir!» Og teir svaraðu: «Ger alt, sum tær líkar.» Men presturin mælti: «Vit eiga at ganga fram fyri Guð!» v37 Tá spurdi Sául Guð: «Eigi eg at fara oman aftan á Filistar? Manst tú geva teir upp í hendur Ísraelsmanna?» Men Harrin svaraði honum ikki tann dagin. v38 Og Sául mælti: «Gangið higar allir høvdingar fólksins og rannsakið og hyggið eftir, hvør ið hevur gjørt hesa synd í dag! v39 Tí at so satt sum Harrin livir, ið hevur givið Ísrael sigur, um tað so er sonur mín Jónatan, ið gjørt hetta hevur, skal hann láta lívið!» Men eingin av øllum fólkinum svaraði honum. v40 Tá segði Sául við allan Ísrael: «Verðið tit øðrumegin, eg og Jónatan sonur mín skulu verða øðrumegin.» Og fólkið segði við Sául: «Ger sum tær líkar best.» v41 Og Sául segði við Harran: «Ísraels Guð! Hví svaraði tú ikki tænara tínum í dag? Um henda misgerð hvílir á mær ella á Jónatani, syni mínum, tá lat tú Harri, Ísraels Guð, Urim koma fram; men um hon hvílir á fólki tínum Ísrael, tá lat tú Tummim koma fram.» Og lutur fell á Jónatan og Sául; men fólkið slapp undan. v42 Tá mælti Sául: «Kastið lut millum mín og Jónatans, sonar míns.» Og lutur fell á Jónatan. v43 Sául segði nú við Jónatan: «Sig mær, hvat hevur tú gjørt?» Jónatan svaraði honum og segði: «Eg bragdaði eitt lítið sindur av hunangi, ið var á píkini á tí stavi, sum eg havi í hondini; sí, her eri eg; eigi eg at láta lív?» v44 Og Sául svaraði: «Lati Guð mær verða fyri bæði hetta og hatta, sum hann vil; men vissuliga skalt tú, Jónatan, láta lív!» v45 Tá segði fólkið við Sául: «Eigur Jónatan at láta lív, hann, ið hevur vunnið Ísrael henda mikla sigur? Tað verði av ongum! So satt sum Harrin livir, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar; tí at við Guðs hjálp hevur hann vunnið í dag!» Og fólkið loysti Jónatan undan lívláti. v46 Sául elti nú ikki longur Filistar, men fór heim, og Filistar fóru heim til sín sjálvs.
Bardagar Sáuls
v47 Tá ið Sául hevði fingið kongsdømi yvir Ísrael, kom hann í bardaga við allar fíggindar sínar har um vegir, við Móab og Ammonitar, við Edóm, við kongin av Zóba og Filistar; og hvar ið hann fór, vann hann sigur. v48 Hann gjørdi eisini mikil brøgd og vann sigur á Ámaleki og bjargaði Ísrael undan valdi kúgara teirra.
v49 Synir Sáuls vóru Jónatan, Jisjvi og Malkisjúa; og hann átti tvær døtur; hin frumgitna æt Merab og hin yngra Mikal. v50 Kona Sáuls æt Áhinoam, Áhimáazar dóttir. Og herhøvdingi hansara æt Ábner, sonur Ners, faðirbróður Sáuls, v51 tí at Kisj, faðir Sáuls, og Ner, faðir Ábners, vóru synir Ábiels.
Bardagin við Filistar drúgvur
v52 Og bardagin móti Filistum var harður alla ævi Sáuls. Og hvørt reystmenni og hvørja hetju, Sául hitti, tók hann upp í hirð sína.