Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 16
Dávid salvaður til kong
v1 Tá segði Harrin við Sámuel: «Hvussu leingi ætlar tú at syrgja yvir Sául, tó at eg havi havnað honum og rikið hann úr kongsdøminum yvir Ísrael? Fyll nú horn títt við olju og far avstað; eg sendi teg til Betlehemitan Ísai, tí at av sonum hansara havi eg kosið mær ein at vera kongur.» v2 Men Sámuel svaraði: «Hvussu kann eg fara? Frættir Sául tað, man hann drepa meg.» Tá segði Harrin: «Tak eina kvígu við tær og sig: Eg komi til tess at ofra til Harrans. v3 Og tú skalt bjóða Ísai við til offurs, og eg man siga tær, hvat tú eigur at gera; tú skalt salva mær hann, sum eg sigi tær.» v4 Sámuel gjørdi nú, eins og Harrin hevði boðið honum; og tá ið hann nærkaðist Betlehem, komu teir elstu í bygdini ræddir ímóti honum og spurdu: «Er tað fyri góðum, tú kemur?» v5 Hann svaraði: «Ja! Eg komi til tess at halda offurgerð fyri Harranum. Halgið tykkum nú og komið við mær til offurgerðar.» Og hann læt Ísai og synir hansara halga seg og beyð teimum við til offurmáltíðar.
v6 Og tá ið teir komu, og hann sá Eliab, hugsaði hann: «Vissuliga stendur her frammi fyri Harranum salvaði hansara.» v7 Men Harrin segði við Sámuel: «Hygg ikki at útsjónd hans og høga vøkstri, tí at eg havi havnað honum; Guð hyggur jú ikki eftir tí, sum maður hyggur eftir; tí at maður hyggur at tí, ið væl stendur í eygunum; men Guð hyggur at hjartanum.» v8 Tá kallaði Ísai á Ábinadab og leiddi hann fram fyri Sámuel; men hann segði: «Heldur ikki henda hevur Harrin kosið.» v9 Tá leiddi Ísai Sjamma fram; men hann mælti: «Heldur ikki henda hevur Harrin kosið.» v10 Ísai læt nú sjey synir sínar koma fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: «Ongan av hesum hevur Harrin kosið.» v11 Sámuel segði nú við Ísai: «Eru hetta allir dreingirnir?» Men hann svaraði: «Enn er hin yngsti eftir; hann goymir at smalum.» Og Sámuel mælti við Ísai: «Send boð eftir honum, tí at ikki fara vit til borðs, fyrr enn hann er komin higar.» v12 Hann sendi tá boð eftir honum; og hann var væl dæmdur, við vøkrum eygum og fríður í ásjón. Og Harrin segði við Sámuel: «Far og salva hann; tí at hetta er hann.» v13 Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan hann stóð har millum brøður sínar. Frá teirri stund kom andi Harrans yvir Dávid. Síðan fór Sámuel á føtur og helt ferð síni til Ráma.
Dávid í Sáuls hirð
v14 Men andi Harrans var vikin frá Sáuli, og illur andi frá Harranum nívdi hann. v15 Tænarar Sáuls søgdu tá við hann: «Sí, illur andi frá Guði nívir teg; v16 men harra okkara nýtist bert at mæla orð, tí at tænarar tínir eru fúsir til tess at leita eftir manni, sum kann at leika hørpu, og hvørja ferð, illi andin frá Guði kemur yvir teg, skal hann sláa streingirnar; tá man fara at lætna hjá tær.» v17 Sául mælti tá við tænarar sínar: «Ja, finnið mær tann mann, sum kønur er í streingjaleiki, og latið hann koma til mín.» v18 Ein av sveinunum tók til orða og mælti: «Eg havi sæð son Ísai Betlehemita; hann er kønur í streingjaleiki, reystmenni og hermaður mikil, dugir at snúgva orðum sínum og er fríður í ásjón, og Harrin er við honum.» v19 Og Sául sendi ørindrekar til Ísai og segði: «Send mær Dávid, son tín, ið goymir at smalum.» v20 Tá tók Ísai tíggju drýlar, ein bjølg við víni og eitt geitarlamb og sendi Sáuli tað við Dávidi, syni sínum. v21 Soleiðis kom Dávid til Sáuls og tænti honum; og Sául var ógvuliga góður við hann og læt hann verða vápnasvein sín. v22 Og Sául sendi Ísai boð og segði: «Lat Dávid verða verandi í tænastu míni, tí at hann toknast mær væl.» v23 Men hvørja ferð andin frá Guði kom yvir Sául, tók Dávid hørpuna og sló streingirnar; tá lætnaði hjá Sáuli; hann lívgaðist, og hin illi andin fór frá honum.