Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 17
Dávid og Góliat
v1 Filistar drógu nú aftur lið saman til orrustu og savnaðust í Sóko, sum er í Júda; og teir settu herbúðir sínar við Efes-Dammim ímillum Sóko og Ázeka. v2 Og eisini Sául og Ísraelsmenn savnaðust saman og settu herbúðir sínar í Eikidalinum og búðust til bardaga móti Filistum. v3 Filistar stóðu á fjallinum øðrumegin, og Ísraelsmenn stóðu á fjallinum hinumegin, so at dalurin var ímillum teirra. v4 Tá gekk hólmgongumaður fram úr fylkingum Filista, Góliat nevndur at navni, ættaður úr Gát; hann var seks alnir og sponn høgur. v5 Hann hevði hjálm úr kopari á høvdi og var í spangabrynju, sum fimm túsund siklar av kopari vóru í. v6 Á leggjunum hevði hann spengur av kopari og hevði skotspjót úr kopari um herðarnar. v7 Og spjótstong hansara var eins og rivur á vevi, og spjótsoddurin var úr jarni og vá seks hundrað siklar. Undan honum gekk skjaldarsveinur hansara. v8 Hann steig nú fram og rópaði yvir á fylkingar Ísraels og segði við teir: «Hví eru tit farnir út at búgvast í bardaga? Eri eg ikki Filisti og tit tænarar Sáuls? Kjósið tykkum nú mann og latið hann koma oman higar til mín. v9 Er hann førur at berjast við meg og fella meg, tá skulu vit verða trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, tá skulu tit verða trælir okkara og tæna okkum!» v10 Framvegis mælti Filistin: «Eg havi háðað fylkingar Ísraels í dag; fáið mær nú mann, so vit mega berjast!» v11 Men tá ið Sául og allir Ísraelsmenn hoyrdu hesi orð Filistans, skulvu teir og vórðu ógvuliga ræddir.
v12 Dávid var sonur Efratita úr Betlehem í Júda, sum æt Ísai, og sum átti átta synir; hesin maður var á Sáuls døgum gamal og boygdur av elli. v13 Tríggir hinir elstu av Ísai sonum vóru farnir í hernað við Sáuli, og av hesum trimum sonum hansara, sum í hernað vóru farnir, æt hin frumgitni Eliab, annar Ábinadab og hin triði Sjamma. v14 Dávid var yngstur, og tríggir hinir elstu vóru farnir við Sáuli. v15 Men Dávid fór við hvørt frá Sáuli til at goyma at smalum faðirs síns í Betlehem. v16 Í fjøruti dagar gekk Filistin fram bæði morgun og kvøld til tess at bjóða av. v17 Nú mælti Ísai við son sín Dávid: «Tak hesa efu við svidnum korni og hesar tíggju drýlarnar og skunda tær avstað við tí til brøður tínar í herbúðunum v18 og fá herliðshøvdinganum hesar tíggju ostflísar og hygg eftir, hvussu brøðrum tínum veit við, og hav aftur við tær eitthvørt veð frá teimum. v19 Sául og teir og allir Ísraelsmenn eru í Eikidalinum í bardaga við Filistar.»
v20 Snimma morgunin eftir fór Dávid upp, gav øðrum hirða seyðirnar í varðveitslu, og tók tað, hann skuldi hava við sær, og helt ferð síni, so sum Ísai hevði boðið honum. Tá ið hann kom at vagnborgini, gekk herurin fram í fylking og hevjaði herróp. v21 Bæði Ísraelsmenn og Filistar búðust til bardaga og settu fylking móti fylking. v22 Og Dávid tveitti tá lutir sínar av sær og flýggjaði manninum teir, ið goymdi at viðførinum; síðan skundaði hann ferð síni at fylkingini til tess at fregnast, hvussu brøðrum hansara visti við. v23 Og meðan hann talaði við teir, sí, tá gekk hólmgongumaðurin – hann æt Góliat, Filisti úr Gát – fram úr fylkingum Filista og segði somu orð, sum hann var vanur; hetta hoyrdi Dávid. v24 Tá ið Ísraelsmenn sóu mannin, flýddu teir undan honum og vórðu ógvuliga ræddir. v25 Tá mælti ein av Ísraelsmonnum: «Síggja tit handa mannin, ið har kemur? Hann kemur til tess at háða Ísrael; men tí manni, ið fellir hann, man kongur veita miklan eyð og geva honum dóttur sína og lata ætt faðirs hans sleppa undan skatti í Ísrael.» v26 Tá spurdi Dávid teir menn, ið næstir honum stóðu: «Hvat fær maður, ið fellir handa Filistan og rekur hesa vanvirðing burtur av Ísrael? Tí at hvør er hasin óumskorni Filisti, at hann torir at háða herfylkingar hins livandi Guðs?» v27 Og fólk segði honum við somu orðum, hvat ið tann skuldi fáa, sum feldi hann. v28 Men tá ið Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi hann tala við menninar, varð hann illur við Dávid og mælti: «Hví kemur tú oman higar, og hvørjum hevur tú givið í varðveitslu hinar neyðar seyðir á oyðimørkini? Eg kenni nasadirvi tína og títt vánda hjarta, tí at tú ert higar komin til tess at hyggja at bardaganum.» v29 Dávid svaraði: «Hvat havi eg nú gjørt? Havi eg ikki loyvi at spyrja?» v30 Og hann snúðist frá honum og spurdi uppaftur ein annan á sama hátt; men fólkið gav honum sama svar.
v31 Men tá ið Sául frætti, hvat ið Dávid hevði mælt, sendi hann boð eftir honum. v32 Tá segði Dávid við Sául: «Eingin eigur at falla í fátt; tænari tín skal fara at berjast móti hasum Filista.» v33 Men Sául segði við Dávid: «Tú kanst ikki fara móti hasum Filista og berjast við hann, tí at tú ert ungur, meðan hann hevur verið bardagamaður frá ungum árum.» v34 Tá segði Dávid við Sául: «Tænari tín hevur verið smaludrongur hjá faðir sínum, og um ljón ella bjørn kom og tók lamb úr fylginum, v35 tá helt eg aftan á hana og feldi hana og bjargaði tí úr gapi hennara; og um hon legði á meg, tá treiv eg um kampar hennara og bardi hana til deyða. v36 Bæði ljón og bjørn hevur tænari tín dripið; og tað man fara at gangast hesum óumskorna Filista eins og teimum; tí at hann hevur háðað herfylkingar hins livandi Guðs.» v37 Og Dávid mælti uppaftur: «Harrin, ið hevur bjargað mær úr klóm ljónsins og úr klóm bjarnarinnar, man eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filista!» Tá segði Sául við Dávid: «Gakk, Harrin fylgi tær!»
v38 Síðan læt Sául Dávid í herklæði síni, setti honum koparhjálm á høvur og læt hann í brynju v39 og gyrdi hann svørði sínum uttan um herklæðini; men tá fekk hann ikki gingið, av tí at hann ongantíð hevði roynt hetta áður; og Dávid mælti við Sául: «Eg fái ikki gingið í hesum, av tí at eg ongantíð havi roynt hetta.» Tá lótu teir hann úr tí. v40 Men hann tók stav sín í hondina og valdi sær upp úr ánni fimm hálar steinar og legði teir í hirðapjøkan, sum hann hevði hjá sær í skreppuni; síðan tók hann sleingibandið í hondina og fór móti Filistanum. v41 Filistin nærkaðist nú í hvørjum Dávidi, og skjaldsveinur hansara gekk undan honum. v42 Og tá ið Filistin leit seg um og bar eyga við Dávid, tók hann at speireka hann, av tí at hann var ungmenni, væl dæmdur og fríður í ásjón. v43 Og hann segði við Dávid: «Eri eg tá hundur, at tú kemur móti mær við stavi?» Og Filistin tók at biðja ilt yvir Dávid við gud sín. v44 Og Filistin segði við Dávid: «Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himinsins og villdjórunum kjøtið á tær.» v45 Tá mælti Dávid við Filistan: «Tú kemur móti mær við svørði og spjóti og skotteini; men eg komi móti tær í navni Harra herliðanna, Guð herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað. v46 Men í dag man Harrin geva teg upp í mínar hendur, og eg skal jarðleggja teg og høgga høvdið av tær, og ræini av tær og herliði Filista man eg í dag geva fuglum himinsins og villdjórum jarðarinnar, so at øll jørðin viðurkennir, at Guð er til í Ísrael, v47 og til tess at allur hesin manngarður má sanna, at Harrin veitir ikki sigur við svørði ella spjóti; tí at orrustan er Harrans, og hann man geva tykkum upp í hendur okkara.»
v48 Tá ið nú Filistin gekk fram og nærkaðist Dávidi, skundaði Dávid sær og fór rennandi yvir at fylkingini móti Filistanum. v49 Og Dávid tók hondina niður í pjøkan eftir steini og slongdi hann, og hann rakti Filistan beint í ennið, so steinurin fór inn í enni hans, og hann small í jørðina fram eftir rommum. v50 Soleiðis vann Dávid sigur á Filistanum við sleingibandi og steini og feldi Filistan og drap hann, tó at hann einki svørð hevði í hendi. v51 Síðan gjørdi Dávid sær renningarlop yvir at Filistanum, treiv um svørð hansara og dró tað úr slíðrunum og drap hann og høgdi høvdið av honum við tí. Tá ið Filistar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir. v52 Ísraelsmenn og Júdamenn hildu nú aftan á Filistar, hevjaðu herróp og eltu teir alt at Gát og Ekrons borgarliði, so at Filistar lógu vignir eftir vegnum frá Sjáaráim til Gát og Ekron. v53 Síðan vendu Ísraelsmenn aftur og eltu ikki longur Filistar, men fóru at ræna herbúðir teirra. v54 Dávid tók høvur Filistans og flutti tað til Jerúsalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt.
v55 Tá ið Sául sá Dávid fara ímóti Filistanum, mælti hann við Ábner, herhøvdinga sín: «Hvørs sonur er hasin ungi maður?» Og Ábner svaraði: «So satt sum tú livir, kongur, eg veit tað ikki.» v56 Tá mælti kongur: «Fregnast tú eftir, hvør hasin ungi maður er.» v57 Men tá ið Dávid hevði felt Filistan og kom aftur, tók Ábner hann og leiddi hann fyri Sául; og hann hevði høvur Filistans í hendi. v58 Og Sául spurdi hann: «Hvørs sonur ert tú, ungi maður?» Dávid svaraði: «Eg eri sonur tænara tíns, Ísai Betlehemita.»